Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

02/10/2013

Fundarfrásøgn frá skúlstýrisfundi 2. oktober 2013 kl. 19.30

Skrá:

1. Gerðabókin
2. Kunning frá skúlanum
3. Kunning frá forkvinnuni
4. Umbøn um fíggjarjáttan til skúlastýrið 2014
5. Endurskoða samtaluørkini
6. Hvussu endurskoða vit atferðarreglurnar?
7. Skúlagarðurin
8. Ymiskt

1. Góðkend

2. Landsroyndarúrslitið er komið – endiliga. TS klárar seg væl, vit liggja miðal og væl yvir miðal. Vit hava kunnað næmingar og foreldur um úrslitið.
Matarskipanin riggar væl, og hon fær góða undirtøku.

3. Felagsforeldrafundurin verður 29.okt. Gitte Klein kemur at halda fyrilestur um “Flow í gerandisdegnum” Eftir áheitan frá skúlastýrinum á Skála hevur Annfríð Neslíð verið og kunnað tey um okkara nøgdsemiskanning.

4. Samtykt at biðja um somu upphædd sum fyri 2013 til útreiðslur hjá skúlastýrinum (sí skriv). Eisini var samtykt at søkja um játtan til gerð av spæliøkinum, 3. stig í ætlanini, ið er økið omanfyri skúlan (sí skriv).

5. JL heldur, at samtaluarkið er sera gott hjá foreldrum og barnið at tosa saman um viðuskiftir, sum kanska ikki verða vend so ofta heima. Semja um at halda fast um eitt samtaluark, men kanska hava ymisk frá ár til ár. Biðja lærarar koma við uppskotum til samtaluarkið, og lata tey til AJ.

6. Samtykt ikki at broyta annað í atferðarreglunum enn tað, ið skal dagførast.

7. AJ og MD biðja um tilboð og avgerða, hvat verður keypt fyri játtanina. Borgar finnur útav krøvum til undirlag, og hvar tað kann fáast. Í vár verður so ein garðdagur, har spæliøkið verður gjørt, tvs. uppsetan av tingum, mála tað, sum er at mála og annars hampa.

8. Prát um reglugerð í smb. við ábyrgdina hjá foreldraumboðunum at skipa fyri fyrsta foreldrafundinum í byrjanini av skúlaárinum. Gera leiðreglurnar fyri ábyrgdini hjá foreldraumboðunum greiðari, so ikki misskiljingar henda um ábyrgdarbýti millum tey og skúlan. Eisini kundi verið hugt at skipanini við vali av umboðum; kanska skuldu ikki øll verið skift út í senn. Møguleiki er eisini fyri at gera ein Face-book bólk til foreldraumboðini, har tey kunnu samskifta, og geva góð hugskot víðari.

Fundur lokin kl. 21.45