Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

28/08/2013

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 28. august 2013 kl. 19.30

Skrá:
1. Gerðabókin
2. Kunning frá skúlanum
3. Kunning frá forkvinnuni
4. Svara spurnarblaði frá Heim&Skúla
5. Tosa um eitt evni til árliga felags foreldrafundin
6. Ymiskt

1. Gerðabókin góðkend við hesari viðmerking: Durita Jakobsen hevur fingið játtað 2 tímar til verkætlan, har hon er tøk til ráðgeving, bæði til lærarar og næmingar; men av tí, at bert 2 tímar blivu játtaðir, so er Runavíkar skúli ikki við í verkætlanini.

2. Vit fara at søkja Nes kommunu um játtan til framhald við royndarverkætlanini Glugganum (jul til jul). Hetta hevur roynst væl, og tí er áhugi at halda áfram. Tímajáttanin til Tofta skúla er ikki nøktandi; tað mangla 4 tímar til lógarásetta undirvísing. Skriv verður sent til MMR, har víst verður á trupulleikan, men fyrst skulu virksemisætlaninar sendast og góðkennast, hetta fyri at tryggja, at ongin feilur er í okkara útrokning. Heri Davidsen er farin undir útbúgving sum lestrarvegleiðari. Tað verður í løtuni arbeitt við at fáa eina nýggja heimasíðu til skúlan. Vit hava ikki verið heilt nøgd við tað verandi, og NK hevur játtað pengar til nýggja síðu. Viðmerkingar eru komnar frá NFR um tann fyrsta foreldrafundin í skúlaárinum (tann, ið foreldraumboðini skipa fyri). Lærarar finnast at, at hesin fundur dregur út, so at ov long tí gongur frá skúlaársbyrjan og til fundin. Eisini var samtykt á NFR-fundinum at endurskoða samtaluarkið til foreldraviðtalurnar.

3. Onki

4. Vit hava svarað spurnarblaðnum, men nú eru nakrir spurningar komnir afturat. Teir blivu svaraðir.

5. Áðrenn vit áseta dagin til felagsforeldrafundin, so má onkur finnast, ið kann halda ein fyrilestur. So tá viðkomandi er funnin, verður dagurin ásettur.

6. JL spyr, hví internetið ikki er opið á skúlanum? Gott prát um, hvat er gott og hvat er minni gott við opnum sambandi. Eisini kom prátið inn á, hvat Tofta skúli stendur fyri á hesum økinum, er tað nóg greitt. Og hvussu er skúlin fyri á telduøkinum, er hetta yvirhøvur ein møguleiki?

Fundur lokin kl. 21.45.

Øll møtt uttan SíH.