Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

12/06/2013

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 12. juni 2013 kl. 19.30

Skrá:

1. Gerðabókin
2. Frá skúlanum
3. Frá forkvinnuni
4. Tíma- & lærugreinabýtið
5. Atferðareglur
6. Skúlagarðurin
7. Ymiskt

1. Gerðabókin góðtikin.

2. Havi vitja Gluggan (“jul til jul”). Sera hugaligt at síggja, hvussu væl børnini dugdu at sita og arbeiða, og hvussu væl tey dugdu at loysa uppgávurnar. Tey vaksnu vóru samd um, at henda verkætlan hevði eydnast sera væl. Vit gera eina eftirmeting í viku 26. Runavíkar kommuna hevur spurt, um tey kunnu fáa eina kunnig um verkætlanina, fundur avtalur 24.juni. Fólk frá førleikastovuni í Ósáskúlanum koma at vitja okkara førleikastovu. Hava verið í MMR í dag og eftirmett útiskúlan; vit hava fingið 4 tímar til komandi ár til framhald av verkætlanini. Skrivliga próvtøkan hevut verið, og eru vit sera illa nøgd við uppgávurnar í støddfrøði hjá 9.fl.; vit umhugsa at inngeva eina klagu til MMR samb. §54 stk. 2. Vit hava søkt um tímar til eina royndarverkætlan, har Durita Jakobsen, ið hevur tikið útbúgving sum cand. ped. ped. psyk., arbeiðir sum ráðgevi við Tofta skúla og Runavíkar skúla nakrar tímar um vikuna. 11.juni var skúlin sína felagsútferð; hesaferð var túrurin frá Kambsdali niðan á Trælavatn og so tvørturum til Skálabot – ein sera væleydnaður túrur.

3. Onki.

4. Góðtikið við hesari viðmerking: eigur ikki at góðtakast, at tímajáttanin ikki nøktar kravdar undirvísingartímar, og av somu orsøk at vikartímpuljan verður alt ov lítil. Áleggja leiðsluni at gera vart við hetta á røttum stað.

5. Útseta viðgerðin til ein fund eftir summarstøðgin, har bara hetta er á skránni. Uppskot um, at lata Foreldraráðið eisini viðgera atferðarreglurnar; tað sama skal Næmingaráðið.

6. Onki hent við málinum.

7. AJ sigur frá, at í sambandi við, at Asbørn Vang gevst í Tofta skúla verður ein hugna/sangløta mánadagin 24.juni kl. 9.30; skúlastýrið er vælkomið at vera til staðar.

Øll møtt uttan EáT.

Fundur lokin kl. 22.15