Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/05/2013

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 15. mai 2013 kl. 19.30

Skrá:

Borgarstjórin kunnar um ymiskt á skúlaøkinum
1. Gerðabókin
2. Frá skúlanum
3. Frá forkvinnuni
4. Atferðarreglur
5. Skúlagarðurin
6. Ymiskt

Bygdaráðið hevur ikki tosað nakað ítøkiligt um skúlabygnaðin. Men barnatalið minkar og játtanin økist ikki, so alt, sum kemur afturat, skal drívast fyri somu játtan. Jóhannus greiddi frá um ein fund fyri kommununar í Eysturoynni og Norðoyggjum, sum Eysturkommuna hevði boðið til. Har var mest tosað um framtíðina hjá 10.flokki – møguliga framhaldsdeildini sum heild. Ongin niðurstøða var gjørd. Men eisini var tosað nakað um samstarv tvørtur um kommunumørk. Hetta kann eisini vera við til at útnytta útbúnaðin, ið skúlarnir hava, betur. MD tekur prát við Duritu Joensen um hesar tankar.

1. Gerðabókin góðtikin við tí viðmerking, at skúlin luttók ikki við sangi/tónleiki á ruddingardegnum vegna forfall.

2. Durita Jakobsen, lærari í Tofta skúla, hevur tikið útbúgving sum cand ped ped psyk. Tí verður kannað, um nakar møguleiki er fyri, at hon kann brúka sína útbúgving á skúlaøkinum her. Musikkskúlin hevur konsert í sangstovuni 28.mai kl. 19.00. P-tal krevst nú til prógvið hjá 9.fl. næmingum. Útivikan er í næstu viku, og tá fara vit hvønn dag at ganga ein felagstúr, og annars at fara øll, børn og vaksin, út at spæla í fríkorterinum. Seinasti undirvísingardagur verður 31.mai, og juniætlanin verður frá 12.juni. Tímajáttanin til komandi skúlaár er ógvuliga lítil, so neyðugt verður at finna mátar at spara tímar uppá. Eitt uppskot um navn til verkætlanina “jul til jul” er GLUGGIN. Lærarar hava valt, hvørjum punktum frá nøgdsemiskanningini, tey vilja arbeiða við.

3. Onki.

4. Nakrar broytingar kunnu gerast beinanveg, og rættast á heimasíðuni. Skúlastýrið ger nýggja orðing til atferðarreglur, sum so fara til hoyringar hjá Námsfrøðiligaráðnum, foreldraráðnum og næmingaráðnum.

5. Tað er gongd í ætlanum um skúlagarðin, men enn er onki ítøkiligt.

6. Skúlastýrið ynskir meiri kunnig á heimasíðuni hjá skúlanum, um t.d. útiskúlan, ymiskar aktivitetir og um verkætlanina við barnagarðin. Aðalfundur hevur verið í Heim&Skúla. Hampuliga væl møtt. Umboðini vald ymsastaðni frá í landinum. M.a. viðgjørdu tey skúlabyrjan, men ongin niðurstøða var gjørd.

Øll møtt uttan SíH.

Fundur lokin kl. 21.45