Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

10/04/2013

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 10. apríl kl. 20.00

Skrá:

1. Gerðabókin
2. Frá skúlanum
3. Frá forkvinnuni
4. Matskipanin
5. Atferðarreglur
6. Ymiskt

1. Gerðabókin góðkend við hesum viðmerkingum: listi yvir, hvør syngur á Vesturskini er komin upp; “nørdahjálpin” er farin í gongd.

2. Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag greiddi formaðurin í Skúlabókagrunninum frá, at haldaratalið til Strok minkaði allastaðni uttan í Tofta skúla, har var talið farið upp. Hann hevði spurt, hvussu tað bar til og var komin fram til, at bæði lærarar og foreldur vildu, at børnini hildu blaðið. Várveitslan verður 11.apríl. Kvøldskúlin hevur nakrar tímar eftir, tí eru Mikael Johan, Andrea og Terje biðin um at hava tónleik/sang við næmingum eftir skúlatíð. Tey fara at framføra flaggdagin, tá kvøldskúlaframsýningin opnar, og ruddingardagin hjá Nes kommunu. Landsroyndin verður í viku 18. Havi verið á fundi við Nes kommunu um skeltingina á skúlanum; kommunan er sinnað at fáa nakað gjørt við tað.

3. Onki.

4. Næmingaráðið hevur verið hjá NK og lagt ætlanina fyri matarskipan fram; tey vóru væl móttikin. NK hevur viðgjørt ætlanina, og er sinnað at seta eina royndartíð, ið byrjar eftir summarsteðgin.

5. Lesa verandi reglur og gera viðmerkingar, so taka tað upp á næsta fundi.

6. Ruddingardagar hjá NK verður 27.mai. 5-ára eftirlit verður av skúlanum, og tí heitir SíH á skúlan um at gera viðmerkingar til ymiskt, sum ikki er í ordan. Hvussu skipa vit skúlagarðin fyri tær 60.000 kr., sum eru játtaðar? Biðja smíðlærararnar koma við góðum hugskotum um, hvat kann gerast (ikki keypast), so fáa foreldur at koma ein dag at seta upp. Næmingaráðið skal eisini koma við hugskotum. NK hevur høvuðsábyrgdina av arbeiðinum.

Øll møtt.

Fundur lokin kl. 22.00