Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

06/03/2013

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 6. mars 2013 kl. 19.30

Skrá:

1. Gerðabók
2. Frá skúlanum
3. Frá forkvinnuni
4. Niðurstøða frá foreldraráðsfundinum
5. Møgulig matarskipan
6. Ymiskt

1. Góðkend við teirri viðmerking, at NFR hevur enn ikki havt fund.

2. Næmingaráðið skipar fyri grækarismessuhaldi. Vit vera í sama stað sum í fjør, heimi í Geilini. Leiðarin í ungdómshúsinum bjóðar sær til at hava lektiucafe týsdag og hósdag. Skúlin heldur hetta vera eitt gott hugskot, og vil stuðla tí. 7 fólk frá LBF koma at hyggja at skúlanum fríggjadagin. MD og OM eru burturstødd á fundi og skeiði 13., 14. og 15.mars. AJ tekur ábyrgd hesar dagar. Íverksetanarbreytin í 10.fl. vann ársins íverksetan. Tveir næmingar úr Runavík og ein næm. hjá okkum vóru í bólkinum, sum vann. Vit vóru sera kedd um, at vit ikki fingu boð um móttøkuna, sum var fyri teimum, tá vinnararnir komu í Runavíkarskúla. Kunning um eitt eventuelt nýtt tilboð til 10.fl.

3. Onki

4. Góður fundur og góð uppmøting. Fundurin valdi trý umráðir at arb. víðari við frá skúlakanningini (sí fundarfrásøgn frá foreldraráðsfundinum). Eisini var fundarfólkið positivt yvir fyri einari royndartíð við matarskipan á skúlanum.

5. Samtykt at arbeiða víðari við matarskipanini. Tað fyrsta er, at næmingaráðið saman við AJ leggur hugskotið fyri NK, so væntar skúlastýrið at hoyra, hvat teirra støða er.

6. NK samtykt at gera parkeringsforboð í skúlatíð eftir vegnum niðan fyri skúlan. SíH hevur ynski um, at næmingar fara oman á Vesturskin at vitja við sangi o.ø. t.d. hvønn týsdag. JL hevur spurt um uppskot til heiti á verkætlanini “jul til jul”; her er nøkur: garðsskúlin – námsbrúgvin – brúgvin – lopið – brúgvabreytin. Eisini setur JL spurning fram um valfak í framhaldsdeildini. Tað er ein ávís misnøgd millum foreldur og næmingar, tí tað bara er á pappírinum at valmøguleikar eru. Eiga møguliga at senda eina áheitan til Heim og skúla um at kanna, hví tað er blivið soleiðis við tímabýtinum, at tað í veruleikanum ongir møguleikar eru.

Øll møtt uttan EáT.

Fundur lokin kl. 21.30