Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

16/06/2017

Djóradagur í Tofta skúla

Fríggjadagurin 16. juni var ikki ein vanligur skúladagur hjá 3. flokki. Henda dagin skipaði flokkurin fyri einum  djóradegi. Allir næmingarnir, sum antin áttu ella kundu læna sær eitt húsdjór, komu hendan morgunin í skúla við ymiskum dýrum. Djóragarðurin var niðri við ungdómshúsið. 

Her vóru marsvín, dvørgahamstrari, fiskar, skjaldbøkur, smálomb og hundar. 

Flokkurin hevði frammanundan fyrireikað seg at fortelja ymiskt um tað dýrið, tey høvdu við; hetta dugdu tey óføra væl. 

Næmingar úr Tofta skúla vóru síðani bjóðaðir oman at lurta og hyggja eftir dýrunum, samstundis kundu teir ganga túr við hundunum og halda í hinum dýrunum. 

Veðrið var gott og øll vóru sera áhugaði og væl nøgd við dagin. 

Fleiri myndir síggjast her!