Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

23/06/2017

Skúlin útferð í Elduvík

Hósdagin 22. juni, fóru næmingarnir og starvsfólkini í Tofta skúla útferð.

Vit fóru eftir morgunsangin við bussi til Elduvíkar, og haðani gingu vit fram við tí vøkru og hugnaligu ánni niðan í dalin. Veðrið var av tí besta. Sólin skein bæði oman og niðan, og næmingarnir hugnaðu sær í ánni og økinum rundan um hana. Uppi í dalinum brúktu vit eisini eina góða løtu, til at spæla ymisk spøl saman.

Síðani gingu vit øll oman í bygdina at fáa okkum grillaðar pylsur, breyð og sunkist, sum Jaspur Langgaard, Hallfríð í Hjøllum og Marita Dalsgaard høvdu tikið sær av. Hetta gagnaðist okkum øllum frálíka væl.

Stuttligt var eisini at síggja, hvussu næmingarnir stuttleikaðu sær niðri í tí stóru mølini í Elduvík. Teir veruliga hugnaðu sær, og høvdu ongan hug at fara til bussarnar, tá farast skuldi út á Toftir aftur.

Samanumtikið var hetta ein góð og minnilig útferð, sum vit øll fara at minnast aftur á við gleði.

Fleiri myndir frá útferðini síggjast her!