Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

19/09/2017

Talvfrálæra í Tofta skúla

12. og 14. september vóru uml. 30 lærarar úr allari Eysturoy á talvskeiði í Glyvra skúla. Tað var stórmeistarin Helgi Dam Ziska, sum undirvísti á skeiðinum. Hugaligt var at síggja, hvussu skeiðsluttakararnir drivu á at loysa ymiskar talvuppgávur.

Á skeiðinum vísti Helgi Dam Ziska m.a. á, at kanningar vísa, at:

·         telving styrkir støddfrøðiligu evni næminganna

·         harumframt konsentratiónsevni og logiska hugsan

·         eisini læra børnini at vísa tolsemi og virðing fyri hvør øðrum

Víðari vísti hann á, at endamálið við skúlatelving er:

     – at stimbra støddfrøðilig evni og logiska hugsan

     – at aktivera næmingarnar gjøgnum spæl

Eisini í Tofta skúla er áhugi fyri skúlatelving. Á skeiðinum luttóku tríggir lærarar av Toftum, ið eru sera spentir upp á at taka talvfrálæru sum ein natúrligan part inn í skúladagin hjá næmingunum, tí at henda frálæra er við til at stimbra næmingarnar á ein sera ja-ligan hátt.

Í myndasavninum síggjast fleir myndir frá tí fyrsta talvtímanum í 3.flokki, sum var týsdagin 18. september, saman við Andreu Højgaard, lærara.

Myndirnar síggjast her!