Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

05/10/2017

Læraradagur í Tofta skúla

Hósdagin 5.okt. varð læraradagur hildin í Tofta skúla fyri triðju ferð.  Læraradagurin hevur síðani 1994 verið hildin víða hvar í heiminum. ST hevur útnevnt 5.okt. sum almennan læraradag.

Endamálið við degnum er at varpa ljós á tann stóra týdning, ið lærarans arbeiði hevur fyri tann einstaka næmingin og samfelagið alt.

Tað var skúlastýrið saman við næmingaráðnum, ið skipaði fyri degnum.

Dagurin byrjaði við morgunsangi. Síðani søgdu tey í næmingaráðnum frá skránni fyri degnum, og takkaðu øllum lærarunum fyri teirra stóra arbeiði í skúlanum.

Armgarð á Regni, forkvinna í skúlastýrinum, bar eina heilsan fram, og vísti m.a. á, at vit hava ein sera góðan skúla við góðum lærarum og starvsfólki. Vegna skúlastýrið og foreldrini takkaði Armgarð lærarum og starvsfólki skúlans fyri ta stóru orku og arbeiði at vera um og læra børnini so stóran part av teirra lívi.

Síðani fekk Kristian Poulsen, foreldur og fyrrverandi næmingur í Tofta skúla, orðið. Hann hugleiddi um tær stóru broytingar, sum hava verið ígjøgnum tíðina í skúlanum, ikki minst á tí tøkniliga økinum. Kristian vísti á, at sjálvt um skúlin hevur flutt seg nógv, so er lærarin framvegis av alstórum týdningi, tí tað er hann, sum er við til at menna næmingarnar til góðar samfelagsborgarar.

Síðani var sangur á skránni. Næmingarnir í 3. og 4. flokki sungu, undir leiðslu av Andreu Højgaard, sangin “Bert ein av mongum”. Síðani sungu vit øll í felag sangin “Øll eru líka góð”.

Eftir sangin fingu flokkarnir høvi til at bera heilsanir fram. Fyrst vóru tað næmingarnir í 6.a. Síðani átti 5.flokkur tørn osfr. Lærararnir fingu brøv, blómur, gávur o.a.

Læraradagurin endaði við, at næmingarnir fóru í sínar stovur, har eldri næmingar ansaðu eftir teimum, meðan skúlastýrið bjóðaði lærarum, stuðlum ein drekkamunn.

Fjórða tíma varð tann vanligi skúladagurin uppafturtikin.

Fleiri myndir frá læraradegnum síggjast her!