Munnligar royndir / próvtøkur

9. og 10. flokkur hava munnliga próvtøku í mai/juni. Próvstovan ásetur á hvørjum ári 4 lærugreinar, sum næmingarnir skulu til próvtøku í. Hetta verður vanliga kunngjørt á síðsta skúladegi, sum er uml. 1-2 vikur undan fyrstu munnligu próvtøkuni. 8. flokkur hevur munnliga roynd sama tíðarskeið. Skúlin ásetur lærugreinarnar fyri 8. flokk.

Munnliga royndin / próvtøkan í 2024 er í døgunum 30.mai - 17.juni.