Vikuætlan 3. flokkur

Samband

Annemie: 256208

Petur Hans: 218829

Føðingardagslistin hjá 3.flokki

Góðu foreldur.

Nú kom tíðin, tá ið fleiri og fleiri næmingar hava fingið snildtelefonir :)

Tað hevur gingið fínt við tí, telefonirnar eru latnar inn við góðum vilja á morgni, og vit hava ikki merkt nakað stórvegis til tað.

Nú stinga tó nakrar avbjóðingar seg upp. Vit hava næmingar, sum ikki koma til morgunsang ella koma ov seint, tí tey fjala seg uppá fyri at sita og hyggja í telefon. Tað er nú ein stórur munur at koma í gongina hjá flokkinum um morgunin. Tað sum áður var prát, látur og málageipan er nú blivi til at øll sita niðri, púra kúrr, og hyggja í telefonirnar. Starturin uppá dagin er broyttur til ein meira ósosialan start. 

Mannagongdin hjá skúlanum er tann, at børnini eiga at hava sløkta telefon frá tí tey koma inn í skúlan um morgunin og til tey eru liðug við skúladagin. 

Vit vilja tí heita á tykkum foreldur um at hjálpa okkum við hesum. Tosið við børnini um tær mannagongdir, sum eru á skúlanum vv hesum. Tað hevði lætt nógv um hjá okkum, sum eru rundan um flokkin dagliga. Eisini hevði tað verið stuðlandi ímun til tað trivnaðar arbeiðid, ið vit gera fyri flokkin. 

Okkara høvuðsendamál er at hava ein flokk, sum trívist sosialt, hevur góðar læringsumstøður og at vera við til at danna hesi fantastisk børn tykkara til seinni at virka úti í stóru verð. 

Vit, saman við tykkum, kunnu røkka hesum endamáli, tí vit hava 24 fantastiska dugnalig og fyrikomandi børn, sum bert til tíðir hava tørv á vegleiðing, tá nýggjar støður stinga seg upp. :) 

Við samstarvs kvøðu - Annemie og Petur Hans  :)

Skriviskeið í 3 vikur.

 

Tað er ein sannroynd, at hondskriftin er ein eginleiki, sum alt ov lítil prísur verður settur á. Tøknin ger, at vit í minni og minni mun brúka hondskriftina. Tí er tað, av alstórum týdning, at vit ikki gloyma at menna henda førleikan. Tí hóast teldur oa gera ein stóran part av skriviarbeiðinum fyri okkum, so er tað framvegis týdningarmikið at kunna taka penn í hond og skriva ein vakra og týðiliga skrift. 

Við hesum í huga, fara vit komandi tvær vikurnar at hava skriviskeið. Næmingarnir hava fingið eitt hefti í taskuna. Vit skriva 1 síðu í heftinum hvønn dag(undantikið mánadag) í skúlanum. Síðani hava næmingarnir fyri heima at skriva somu síðuna eina ferð afturat.

Hyggið saman við barninum eftir tí, sum tey hava skrivað í skúlanum. Rósið teimum fyri avrikið, vegleiðið teimum um tit halda, at ómakurin kundi verið betri ella um bókstavirnir ikki standa rætt í skrivihúsinum(fremst í heftinum er avrit av, hvussu bókstavirnir skulu standa í skrivihúsinum). 

Samanuntikið, vit skriva eina síðu í skúlanum og tey skriva somu síðu eina ferð afturat heima. 

Eg havi lovað, at meðan vit hava skriviskeið skulu tey sleppa undan at hava lesing fyri heima. Bert skriviskeið sum skúlating  :) 

Góðan skrivihug. 

Vikuætlan

Vika 19 - 2024

Mánadagur
6. mai
Floksinstími fríggjadagin
Danskt
Heima: Lesa s. 38 og 39 tvær ferðir. Um tvær er ov nógv, lesa tit eina síðu tvær ferðir.

Í skúlanum: Vit lesa og arbeiða í uppgávuheftum

EL útferð við 1. flokki - tit hava AR
Týsdagur
7. mai
Heima: Skrivið eina síðu heima í heftinum skriviskeið. Vit hava skrivað eina síðu í skúlanum. Tit skriva somu síðu umaftur heima.  Vit fylgjast øll í heftinum. So ikki gerið longri enn tað, sum er fyri.
Vit eru komin til síðu 5. Um okkurt manglar longri frammi, so má tað gerast heima eisini :)

Heftið MÀ liggja í taskuni hvønn tað, undantikið mánadag. 
Mikudagur
8. mai
Svimjing
Havið svimjiklæðir og handklæði við. Tað er ikki neyðugt at hava hársjampo, balsam o.l. við.
Heima: Skrivið eina síðu heima í heftinum skriviskeið. Vit hava skrivað eina síðu í skúlanum. Tit skriva somu síðu umaftur heima.  Vit fylgjast øll í heftinum. So ikki gerið longri enn tað, sum er fyri.
Hósdagur
9. mai
Kristi himmalsferðardagur
Frídagur
Fríggjadagur
10. mai
Frídagur

Skipaðar fríløtur

Komandi vikurnar fara vit at at hava onkrar skipaðar fríløtur saman sum flokkur.

Trý fríkorter um vikuna fara vit at spæla útispøl saman í fríkorterinum. Ætlanin er, at tað eru bert vit sum flokkur, saman við einum av flokslærarunum, sum spæla eitt hvørt skipað spæl. Hetta gera vit fyri at varðveita og styrkja um felagsskapin í flokkinum. 

Hetta fer at vera:

3. fríkorter týsdag og hósdag og 1. fríkorter mánadag.

Eg komi at skriva út í vikuætlanina, hvat spæl vit fara at spæla, so vita næmingarnir tað áðrenn. 

(Hetta byrjar eftir páskafrítíðina)