Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

29/05/2017

Seinasti skúladagur hjá 10. flokki

Fríggjadagin 26. mai var seinasti skúladagur hjá 10. flokki. Í hesum sambandi skipaði 10. flokkur fyri ymiskum tiltøkum fyri næmingar og lærarar. 

 Dagurin byrjaði við at 10. flokkur bjóðaði lærarunum morgunmat, síðan skipaðu tey morgunsangin. Tá ið morgunsangurin var liðugur, fóru allir næmingarnir inn í høllina at hita upp, áðrenn teir fóru niðan á Svangaskarð til eina fjølbroytta og stuttliga postarenning. Millum avbjóðingarnar á postunum kunnu nevnast posarenning, straffikapping, at minnast lutir, sum vóru goymdir undir einum klæði og ikki minst  togtogan. Næmingarnir hugnaðu sær óført.

Tá postarenningin var liðug, fingu næmingar og lærarar pylsur og sunkist frá næmingunum í 10. flokki.

Dagurin endaði við tí afturvendandi fótbóltsdystinum millum lærarar og 10. floks næmingar. Í fleiri ár hevur fótbóldsdysturin verið rættiliga javnur, so var eisini í ár. Hesa ferð vóru næmingarnir við yvirlutan og vunnu dystin við 6 málum ímóti 5.

Fleiri myndir síggjast her!