Flokkar
Seturskúli :)
Endiliga upprann dagurin, tà ið vit fóru á seturskúla á Strondum. Vit húsaðust í bygdarhúsinum, og umstøðurnar vóru framúr við m.a. høll og biografi. Har bleiv nógv sparkað, og vit vóru eisini í biograf. Vit gingu eftir eini gøtu til Kolbeinargjógv, og har løgdu vit leiðina oman í fjøruna. Stranda centrum fekk eisini eina vitjan. Tað var nokk eitt av hæddarpunktunum :) Lissukapping var eisini á skránni, og so sóu vit eisini ein framúr sjónleik, sum nakrir næmingar spældu fyri restini av flokkinum. Alt í alt ein super seturskúli :)