Tá ið starvsfelagi missir

Tá ið starvsfelagi missir hjúnafelaga/maka ella barn, boðar leiðslan tilbúgvingarbólkinum og lærarum skúlans frá, áðrenn skúladagurin byrjar.

Minningarløta

Undir morgunsanginum fyrsta skúladag eftir hendingina verður kunnað um missin.

Vitjan í heiminum

Umboð fyri skúlan vitja heimið. Kanna, um tey avvarðandi hava serlig ynski ella brúk fyri hjálp. Fáa at vita, nær jarðarferðin verður, og hvussu hon fer fram.

Jarðarferð

Flaggið verður vundið í hálva stong. Umboð fyri skúlan fylgja. Næmingar kunnu fylgja saman við foreldrum. Skúlin sendir krans ella minnisgávu.

Hvat hendir síðan

Tilbúgvingarbólkurin/leiðslan fyrireika næmingar og lærarar uppá, at lærarin, sum hevur mist, kemur aftur til arbeiðis. Tá ið lærarin, sum hevur mist, kemur aftur í skúla, fylgir tilbúgvingarbólkurin/leiðslan læraranum og vísa serliga umsorgan. Møguleiki er fyri serkønari hjálp.

Týdningarmikið

At tosa um missin/sorgina. Tilbúgvingarbólkurin/leiðslan tosa við læraran um sorgina av og á og fylgja við, hvussu lærarin hevur tað við tí, sum er hent. Tilbúgvingarbólkurin er við til at skapa karmar um at minnast og tosa um tann, sum er farin.