Telefonpolitikkur 

Seinast dagført juni 2026

 

Í Tofta skúla vilja vit skapa ein skúladag við nærveru, trivnaði og felagsskapi. Okkara meginregla er tí, at næmingar hava ikki snildtelefonir við í skúla. Skúlin frársigur sær alla ábyrgd av telefonum, sum næmingar hava við í skúla.

Næmingar í 1. & 2. flokki

Næmingar í 1. og 2. flokki kunnu ikki hava fartelefon ella snild-ur við í skúla. 
Skúlin mælir til, at næmingar í 1. og 2. flokki ikki eiga fartelefon.

Næmingar í 3. - 6. flokki

Næmingar í 3. – 6. flokki nýtast ikki at hava telefon við í skúla. Um tey kortini hava telefon við, mæla vit til, at tað er ein telefon uttan snildtelefon-funktiónir, sum einans kann nýtast til at ringja við eftir skúlatíð. Telefonin skal ikki hava atgongd til internet frá áðrenn næmingar møta í skúla til eftir, at teir hava fingið frí. Skúlin mælir til, at um næmingar í 3. - 6. flokki eiga fartelefon, at tað so er ein knappatelefon.

Næmingar í 7. - 10. flokki

Næmingar í 7.-10. flokki nýtast ikki at hava telefon við í skúla. 

Fyri øll, ið hava telefon við í skúla, er hetta galdandi:

Tá ið næmingar koma í skúla um morgunin, skal telefonin verða sløkt í taskuni, til hon verður løgd í ein kassa til endamálið. Hesin kassin verður læstur inni í einum skápi í skúlastovuni. Telefonin verður liggjandi har, til skúladagurin er liðugur. Síðani verður hon aftur løgd í taskuna, til næmingurin er komin av skúlans øki.

Um næmingur, ið hevur telefon við í skúla, ikki letur telefonina inn, sum reglurnar siga, verður hon tikin og latin leiðsluni í varðveislu. Foreldrini verða síðani kunnað, og ein avtala verður gjørd við tey um, nær og hvussu
næmingurin fær telefonina aftur.

Skúlin frársigur sær alla ábyrgd av telefonum, sum næmingar hava við í skúla.

Talgild amboð í skúlanum

Nýtsla av talgildum arbeiði fer vanliga fram við útgerð hjá skúlanum. 

Samskifti

Samskifti í skúladegnum ímillum heim og skúla fer fram gjøgnum flokslærara, læraran hjá flokkinum ella skrivstovuna umvegis telefon ella talgildar skipanir, so næmingar hava ikki tørv á egnari telefon í skúlatíðini. 

Samstarv við foreldur

Vit heita á foreldur um at stuðla undir reglur skúlans og harvið hjálpa børnunum við góðum vanum. 

Trivnaður

Minni skerm, meiri spæl, samrøður og sterkari felagsskapur eru okkara felags mál.

 

Takk fyri, at tit stuðla undir eitt trygt og gott skúlaumhvørvi.