Næmingaráðið í Tofta skúla

Næmingaráðið í Tofta skúla skúlaárið 2025/26

Týsdagin 2. september var næmingaráðsval í Tofta skúla. Í næmingaráðnum í Tofta skúla eru 6 næmingar. Nývalda næmingaráðið er mannað við hesum næmingum:

Martin Hammer í Hjøllum 8. fl., formaður, Arnaq Iveren 7. fl., næstforkvinna, Nathaniel Galiceanu 5. fl., skrivari, Andrias Iversen 9. fl., Maria Petersen 6. fl. og Rannvá Brim 4. fl.  

Omanfyri er mynd av nývalda næmingaráðnum í Tofta skúla.

Endamálið við næmingaráðnum er, at næmingarnir læra at taka lut í fólkaræðisligum samfelagi, og at teir fáa høvi at hava ábyrgd og ávirkan á teirra dagligdag. Nakrar av uppgávunum, næmingaráðið kann arbeiða við, eru:

• atferðarreglum á skúlanum

• innan- og uttandura spæliplássi

• felags tiltøkum, ítrótti, konsertum

• aktuellum málum

• skúlablaði, várveitslu, o.t.

• ymiskt,, sum skapar trivnað í skúlanum.

Næmingaráðið hevur skyldu til reguliga at kunna flokkunum um arbeiðið, sum verður gjørt í næmingaráðnum.