Tá ið starvsfelagi doyr
Doyr starvsfelagi, boðar leiðslan tilbúgvningarbólkinum og lærarum skúlans frá áðrenn skúladagurin byrjar. Flaggið verður vundið í hálva stong. Um flokslærari doyr, tekur leiðslan og ein annar limur í flokstoyminum sær av flokkinum.
Minningarløta
Undir morgunsanginum fyrsta skúladag eftir hendingina verður minningarløta. Foreldur ella avvarðandi at næmingum eru vælkomin við. Flaggið verður vundið í hálva stong. Til morgunsangin verður borð sett upp, kertuljós tendrað, sálmur sungin og bøn verður biðin. Síðan verður tøgn í 1 min. Lærarar taka sær av flokkunum efitr minningarløtuna.
Vitjan í heiminum
Leiðsla og starvsfelagar vitja heimið. Kanna, um tey avvarðandi hava serlig ynski ella brúk fyri hjálp. Fáa at vita, nær jarðarferðin verður, og hvussu hon fer fram.
Jarðarferð
Flaggið verður vundið í hálva stong. Leiðsla og lærarar fylgja. Skúlagongdin henda dagin er stytt. Næmingar kunnu fylgja saman við foreldrum/avvarðandi. Skúlin sendir krans ella minnisgávu.
Møguleikar
Minningarorð skulu sendast til Skúlablaðið ella aðrar fjølmiðlar.
Týdningarmikið
At tosa um missin/sorgina í flokkunum. Flokslærarar og aðrir lærarar tosa við næmingar um sorgina av og á. Lærarar fylgja við, hvussu næmingar hava tað við tí, sum er hent. Tilbúgvingarbólkurin er við til at skapa karmar um at minnast og tosa um starvsfelagan, sum er farin.