Tá ið næmingur doyr

Doyr næmingur, boðar leiðslan lærarum skúlans frá, áðrenn skúladagurin byrjar. Flaggið verður vundið í hálva stong.

Minningarløta

Undir morgunsanginum fyrsta skúladag eftir hendingina verður minningarløta. Foreldur ella avvarðandi at næmingum eru vælkomin við. Flaggið verður vundið í hálva stong. Til morgunsangin verður borð settt upp, kertuljós tendrað, sálmur sungin og bøn verður biðin. Síðan verður tøgn í 1 min. Flokstoymið er saman við flokkunum aftan á minningarløtuna.

Flokkurin, sum hevur mist

Flokstoymið fer inn við flokkinum. Tosað verður um tað, sum er hent. Borðið hjá tí farna kann vera prýtt við blómum, ljósi og mynd. Næmingar fáa høvi at gráta og práta, minnast og spyrja. Næmingar kunnu evna okkurt til, sum foreldrini, sum mist hava, kunnu fáa (t.d. brøv, tekningar, søgur, yrkingar). Flokstoymið er saman við næmingunum allan skúladagin. Flokstoymið/leiðslan syrgir fyri, at næmingar í flokkinum, sum hava mist, ikki koma heim til tóm hús.

Hinir flokkar skúlans

Lærarar, sum hava hinar flokkar skúlans, fara inn við sínum flokkum og greiða frá, hvat er hent.

Vitjan í heiminum

Flokstoymið og leiðslan vitja heimið. Kanna, um tey avvarðandi hava serlig ynski ella brúk fyri hjálp. Fáa at vita, nær jarðarferðin verður, og hvussu hon fer fram. Handa møguligar heilsanir frá flokkinum.

Jarðarferð

Flaggið verður vundið í hálva stong. Lærarar og leiðsla fylgja. Skúlagongdin henda dagin er stytt. Næmingar kunnu fylgja saman við foreldrum/avvarðandi. Skúlin sendir krans ella minnisgávu. 

Týdningarmikið

At tosa um missin/sorgina í flokkunum. Flokslærarar og aðrir lærarar tosa við næmingar um sorgina av og á. Lærarar fylgja við, hvussu næmingar hava tað við tí, sum er hent. Tilbúgvingarbólkurin er við til at skapa karmar um at minnast og tosa um tann, sum er farin.

Møguleikar

Kanna um tey avvarðandi hava hug at vitja flokkin ein av fyrstu døgunum ella seinni. Minningarorð kunnu setast í fjølmiðlar frá skúlanum/lærarum/flokkinum. Foreldrafundur um tað at missa. Møguleiki er fyri serkønari hjálp. Minnast tann fyrsta føðingardagin aftaná deyða.