Tá ið næmingur missir
Tá ið næmingur missir foreldur ella systkin, boðar leiðslan tilbúgvingarbólkinum og lærarum frá, áðrenn skúladagurin byrjar.
Minningarløta
Undir morgunsanginum fyrsta skúladag eftir hendingina verður minningarløta. Foreldur/avvarðandi at næmingum eru vælkomin við. Flaggið verður vundið í hálva stong. Til morgunsangin verður borð sett upp, kertuljós tendrað, sálmur sungin og bøn verður biðin, síðan tøgn í 1 min.
Flokkurin hjá tí, sum hevur mist
Flokstoymið fer inn í avvarandi flokk og greiðir frá, hvat er hent og er saman við næmingum eftir tørvi. Næmingarnir kunnu evna okkurt til skúlafelagan (søgur, myndir, yrkingar, brøv)
Hinir flokkar skúlans
Lærarin greiðir næmingum frá, at ein av næmingum skúlans hevur mist ein av sínum kæru.
Vitjan í heiminum
Flokstoymið hjá næmingi, sum hevur mist, og leiðsla vitja heimið. Kanna, um tey avvarðandi hava serlig ynski ella brúk fyri hjálp. Fáa at vita, nær jarðarferðin verður, og hvussu hon fer fram.
Jarðarferð
Flaggið verður vundið í hálva stong. Lærarar og leiðsla fylgja. Eingin skúlagongd er undir jarðarferðini. Næmingar kunnu fylgja saman við foreldrum. Skúlin sendir krans ella minnisgávu.
Hvat hendir síðan
Flokstoymið, sum kennir flokkin væl, fyrireikar hinar næmingarnar uppá, at floksfelagin, sum hevur mist, kemur aftur. Tá ið næmingurin kemur aftur í skúla, fylgja lærarar floksins næminginum og vísa serliga umsorgan. Møguleiki er fyri serkønari hjálp.
Týdningarmikið
At tosa um missin/sorgina í flokkunum. Flokslærarar og aðrir lærarar tosa við næmingar um sorgina av og á. Lærarar fylgja við, hvussu næmingar hava tað við tí, sum er hent. Tilbúgvingarbólkurin er við til at skapa karmar um at minnast tann farna. Ein limur úr tilbúgvingarbólkinum verður knýttur at flokkinum í eina tíð.