Svimjihøllin

Svimjihøllin er í brúk 6 dagar í viku. Skúlarnir á Toftum og Glyvrum brúka hana í skúlatíð.

Svimjifelagið Flot brúkar hana bæði áðrenn og eftir skúlatíð og leygarmorgun.

Nakrir tímar eru útleigaðir gerandisdagar.

Almenn svimjing er mánadag, mikudag, hósdag og leygardag.

Vælkomin at vitja okkum :)

Svimjihylurin stongdur

 

Vegna umbygging í Tofta skúla er svimjihylurin stongdur frá 17.november. Væntandi verður hylurin opin aftur í viku 4 í 2024.