Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri Tofta skúla skúlaárið 2015/2016

Hetta er árliga ársfrágreiðingin hjá skúlastýrinum. Skipanin, sum skúlastýrini virka eftir, varð sett í gildi í 2001.

Skúlastýrið
Skúlastýrið, sum situr nú, hevur virkað síðan 1. jan 2013. Skúlastýrið er sett saman av 6 umboðum, umframt skúlastjóran, sum er fastur skrivari. Skúlastýrið er valt fyri 4 ár.

Skúlastýrislimir : Annfríð Neslíð, Justin Philbrow og Jaspur Langaard eru foreldraumboð, Atli Johansen er læraraumboð. Súni í Hjøllum og Elin á Torkilsheyggi umboða Nes Kommunu.

Skúlastýrið hevur skipað seg við Annfríð Neslíð sum forkvinnu, og Justin Philbrow sum næstformanni.

Núsitandi foreldraumboð sita til 31. des. 2016. 

Eitt sindur um Tofta skúla
Við skúlaársbyrjan 15.aug. 2016 gingu 197 næmingar í Tofta skúla. 23 byrjaðu í fyrsta flokki. Við byrjanina av skúlaárinum 2015/16 gingu 198 næmingar í skúlanum.

Tofta skúli hevur 20 lærarar, 13 konufólk og 7 mannfólk. Øll, ið undirvísa í ár, hava útbúgving. Harumframt eru 5 (námsfrøðiligir) pedagogiskir stuðlar til næmingar við serligum tørvi.

Ein húsavørður, ein skrivstovukvinna, ein heilsufrøðingur og 6 vaskikonur starvast eisini við skúlan.

Nøkur høvuðsmál, sum hava verið viðgjørd á skúlastýrisfundunum í 2015/16
Alt skúlaárið 2015/16 hava vit havt 8 vanligar fundir. Vit hava havt okkara fyrstu fundir eftir summarfrítíðina. Niðanfyri greiða vit frá nøkrum av teimum málum, sum hava verið viðgjørd.

Starvssetanir og útbúgving
Fyri skúlaárið 2015/16 lýsti Tofta skúli eftir tveimum tíðaravmarkaðum lærarastørvum fulla tíð, einum tíðaravmarkaðum lærarastarvi vegna lærara í farloyvi og fýra tíðaravmarkaðum stuðulsstørvum.

Ein setanarbólkur, ið er mannaður við formanninum í skúlastýrinum, starvsfólkaumboðnum og einum umboði fyri Nes Kommunu, ger tilmæli til skúlastjóran um setanir; skúlastjórin setur í starv. 

Fíggjarætlan
Á hvørjum ári skal skúlastýrið ummæla fíggjarætlanina, sum verður løgd fram fyri Nes kommunu. Tað er Námsfrøðiligaráðið fyri Tofta skúla, sum ger uppskot til fíggjarætlanina. Fíggjarætlanin fyri 2016 var til viðgerðar í skúlastýrinum 9. septembur 2015.

Umbønin til fíggjarætlanina fyri 2016 var kr. 640.000, ið er nakað meira enn síðsta ár. Í umbønini varð eisini víst á, at tað er av alstórum týdningi, at peningur verður avsettur til nýíløgur innan KT-økið.

Játtanin fyri 2016 er 600.000 er . Eisini fekk skúlin 70.000 til nýggjar teldur. Tilsamans 670.000 kr.

Eisini var heitt á Nes kommunu um at bera kostnaðin av innskúlingartilboðnum, sum er eitt samstarv millum barnagarðin og skúlan.

Felags-foreldrafundur
Árligi felags-foreldrafundurin varð hildin 26. novembur 2015. Ársfrágreiðingin fyri 2014/15 bleiv gjøgnumgingin. Eftir hetta høvdu foreldur høvið til at koma við viðmerkingum og seta spurningar. Tónleikaframførsla frá næmingum var á skránni og Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi helt fyrilestur við heitinum : “Hvussu kunnu vit motivera næmingarnar?”. Hetta var ein sera áhugaverdur fyrilestur. At enda var drekkamuður og tíð til prát. Uppmøtingin var hampulig.

Altjóða læraradagur
Sum nakað nýtt valdi skúlastýrið at gera nakað burturúr altjóða læraradegnum, sum er ásettur at verða 5. oktobur. Vit hildu dagin 2. oktobur. Næmingaráðið skipaði fyri morgunsanginum og løtuni og tey høvdu pyntað skúlan. Foreldraumboðini í flokkunum høvdu saman við næmingunum syrgt fyri, at lærarar og stuðlar fingu gávur, brøv o.a. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, helt røðu. Jóhannus Danielsen,Marita Dalsgaard og Annfríð Neslíð bóru eisini fram røðu. Aftaná vóru starvsfólkini boðin til morgunmat, meðan tey størru børnini ansaðu skúlabørnunum. Ein sera væleydnað og positiv løta.

Felagsfundur fyri skúlastýrini kring Skálafjørðin
Fyrst í mars bjóðaði skúlastýrið fyri Frískúlan í Kelduni í Skálafirði til ein felagsfund fyri skúlastýrini kring fjørðin. Tað var góð uppmøting. Hvørt skúlastýri greiddi frá hvørjum, tey arbeiða mest við. Hetta er eitt gott høvi til at læra av hvørjum øðrum og fáa íblástur. Avgjørt er, at hava ein tílíkan fund einaferð um árið. Næstu ferð verður fundurin á Strondum.

Fundur við starvsfólkini við Tofta skúla
Tann árligi fundurin millum skúlastýrið og starvsfólkini við Tofta skúla varð hildin 2. mars 2016.

David Im frá Útlendingastovuni helt fyrilestur við heitinum: “Using existing tools and resources to make an integrative classroom”. David tosaði um tann sosiala partin av integratión, har hann kom við dømum. Vit valdu hetta evnið, tí vit hava nakrar næmingar í skúlanum við útlendskum uppruna. Spurningar blivu settir og gott kjak var. Góð uppmøting.

Foreldraráðið fyri Tofta skúla
Foreldraráðið hevur fast tríggjar fundir um árið. Umboð fyri skúlastýrið og leiðslu skúlans er við á fundunum.

Armgarð á Regni er samskipari triðja árið á rað, so vit fara skjótt at mangla ein avloysara fyri hana.

Allir flokkar hava eina hondbók, sum skal fylgja við flokkinum øll árini. Formaðurin fyri foreldraumboðini í flokkinum, hevur ábyrgd av hondbókini. Øll foreldraumboðini í skúlanum eru í einum foreldraráði. Tað stendur í hondbókini, hvørjar uppgávur foreldraráðið kann hava, og hvussu hetta arbeiðið kann skipast. Foreldraumboðini eru nú ein meira aktivur partur av felags foreldrafundinum fyri hvønn flokk.

Skúlastýrið hevur gjørt smávegis broytingar í leiðreglunum fyri foreldraráðið í Tofta skúla. Hesar kunnu lesast á heimasíðuni.

Frágreiðing frá fundunum verður løgd á heimasíðuna.

Næmingaráðið
Næmingaráðið virkar væl og tað eru vit sera glað fyri. Tey fáa ymiskar uppgávur, sum tey megna væl. Tey koma eisini sjálvi við hugskotum, so tað er sera stuttligt.

Vit ynskja, at Tofta skúli skal verða ein skúli har næmingar, foreldur og starvsfólk trívast, samstarva og hava ávirkan.

Økið rundanum skúlan
Hetta er eitt afturvendandi evni í skúlastýrinum, tí umstøðurnar eru als ikki nøktandi. Vit fingu onga játtan til hetta frá Nes kommunu fyri 2016, men nú vóna vit, at peningur verður settur av fyri 2017. Vit í skúlastýrinum eru ikki nøgd við spæliumstøðurnar kring skúlan og tað er nakað, sum vit gera vart við javnan. Skúlakanningin bæði í 2012 og nú aftur í 2016 vísa, at foreldrini als ikki eru nøgd við útiumstøðurnar hjá skúlanum. Vónandi verður nakað munagott gjørt við hetta nú.

Ymiskt
Seinast í skúlaárinum bleiv ein skúlakanning aftur gjørd. Nes kommuna játtaði pening til hesa kanning, sum Gallup stóð fyri. Hetta hoyra við meira um um eina løtu. Takk fyri, at tit foreldur tóku so væl undir við kanningini og góvu tykkum tíð til at svara.

Heimasíðan hjá Tofta Skúla
Gerðabókin hjá skúlastýrinum verður løgd á heimasíðuna. Yvirlit yvir fundartíðir er eisini at síggja har.

Tit eru vælkomin við evnum/uppskotum til okkum at viðgera í skúlastýrinum.

Toftir, 18. oktobur 2016
Skúlastýrið fyri Tofta skúla

Annfríð Neslíð, skúlastýrisforkvinna

Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri Tofta skúla skúlaárið 2014/2015

Inngangur
Hetta er árliga ársfrágreiðingin hjá skúlastýrinum. Skipanin, sum skúlastýrini virka eftir, varð sett í gildi í 2001. 

Skúlastýrið
Skúlastýrið, sum situr nú, hevur virkað síðan 1. jan. 2013. Skúlastýrið er sett saman av 6 umboðum, umframt skúlastjóran, sum er fastur skrivari. Skúlastýrið er valt fyri 4 ár.

Skúlastýrislimir : Annfríð Neslíð, Justin Philbrow og Jaspur Langaard eru foreldraumboð,  Atli Johansen er læraraumboð. Súni í Hjøllum og Elin á Torkilsheyggi umboða Nes Kommunu.

Skúlastýrið hevur skipað seg við Annfríð Neslíð sum forkvinnu, og Justin Philbrow sum næstformanni.

Núsitandi foreldraumboð sita til 31. des. 2016.

Eitt sindur um Tofta Skúla
Við skúlaársbyrjan 17.aug. 2014 gingu 186 næmingar í Tofta skúla. 24 byrjaðu í fyrsta flokki.

Tofta skúli hevur 20 lærarar, 14 konufólk og 6 mannfólk. Øll, ið undirvísa í ár, hava útbúgving. Harumframt eru 4 pedagogiskir stuðlar til næmingar við serligum tørvi. 

Ein húsavørður, ein skrivstovukvinna, ein heilsufrøðingur og 6 vaskikonur starvast eisini við skúlan.

Nøkur høvuðsmál, sum hava verið viðgjørd á skúlastýrisfundunum í 2014/15

Alt skúlaárið 2014/15 hava vit havt  9 vanligar fundir. Vit hava havt okkara fyrstu fundir eftir summarfrítíðina. Niðanfyri greiða vit frá nøkrum av teimum málum, sum hava verið viðgjørd.

Starvssetanir og útbúgving
Fyri skúlaárið 2014/15 lýsti Tofta skúli eftir einum tíðaravmarkaðum lærarastarvi fulla tíð fyri lærara í farloyvi, einum tíðaravmarkaðum lærarastarvi vegna lækkað tímatal, serligan tørv og møguligar avlopstímar, og trimum tíðaravmarkaðum stuðulsstørvum. 

Ein setanarbólkur, ið er mannaður við formanninum í skúlastýrinum, starvsfólkaumboðnum og einum umboði fyri Nes Kommunu, ger tilmæli til skúlastjóran um setanir; skúlastjórin setur í starv.

Fíggjarætlan
Á hvørjum ári skal skúlastýrið ummæla fíggjarætlanina, sum verður løgd fram fyri Nes kommunu. Tað er Námsfrøðiliga Ráðið fyri Tofta skúla, sum ger uppskot til fíggjarætlanina. Fíggjarætlanin fyri 2015 var til viðgerðar í skúlastýrinum 27. august  2014.

Umbønin til fíggjarætlanina fyri 2015 var kr. 550.000, ið er nakað meira enn síðsta ár. Somuleiðis bleiv eisini biðið um kr. 60.000 til breytasamstarvið Toftir/Runavík. Í umbønini varð eisini víst á, at tað er av alstórum týdningi, at peningur verður avsettur til nýíløgur innan KT-økið.

Í skrivi dagf. 02.12.2014 boðar Nes kommuna frá, at bygdaráðið hevur samtykt at játta Tofta skúla 600.000,00 kr, og har eru breytirnar írokanaðar. Eisini fekk skúlin 70.000 til viðlíkahald/nýggjar teldur. Tilsamans 670.000 kr.

Felags foreldrafundur
Árligi felags foreldrafundurin varð hildin 29. oktobur 2014. Ársfrágreiðingin fyri 20013/14 bleiv gjøgnumgingin. Eftir hetta høvdu foreldur høvi til at koma við viðmerkingum og seta spurningar. Brynhild Høgnadóttir og Katrin D. Apol frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd tosaðu um “Ferðslufrálæru í skúlum og leiklutur foreldranna”. Tær vístu frálíka tilfari um ferðslutrygd á heimasíðuni hjá Námi. Hetta var ein áhugaverdur fyrilestur. At enda var drekkamunnur og tíð til prát. Uppmøtingin var hampulig.

Kunnandi fundur um fyrimunir/vansar við forskúla ella øðrum tilboðum
Skúlastýrið, saman við skúlanum, skipaði 3. desembur 2014 fyri einum kunnandi fundi um fyrimunir/vansar við forskúla ella øðrum tilboðum til hendan aldursbólkin. Umframt skúlastýrið vóru kommunustýrislimirnir fyri Nes kommunu og umboð fyri barnagarðin boðin við. Uppmøtingin var góð. Fríðfinn Johnsson frá forskúlanum í Eysturkommunu tosaði um teirra tilboð, sum hann var glaður fyri. Rógvi Thomsen frá Námsfrøðiligu deildini á Setrinum vísti á vansarnar við forskúlum. Annika, Lív og Julianna greiddu frá tilboðnum “Jul til jul “, sum vit hava her í kommununi.

Hetta var ein sera góður fundur, har vit fingu meira vitan um hetta sera viðkomandi evni. Nes kommuna játtar pening til tilboði til børn í forskúlaaldri, sum vit hava her. Sum heild eru bæði barnagarður og skúli glað fyri hendan leistin. Børnini tykjast tryggari og betur fyri, tá tey koma í skúla. Annika Høj ger eina kanning hesum viðv., sum er stuðla av Nes kommunu.

Felagsfundur fyri skúlastýrini kring Skálafjørðin
Seinast í januar bjóðaði skúlastýrið fyri skúlarnar í Runavík  til ein felagsfund fyri skúlastýrini kring fjørðin. Tað var góð uppmøting. Hvørt skúlastýrið greiddi frá hvørjum, tey arbeiða mest við. Hetta er eitt gott høvi til at læra av hvørjum øðrum og fáa íblástur. Avgjørt er, at hava ein tílíkan fund einaferð um árið. Næstu ferð verður fundurin á Strondum. 

Fundur við starvsfólkini við Tofta skúla
Tann árligi fundurin millum skúlastýrið og starvsfólkini við Tofta skúla var hildin      18. februar 2015.

Kathrina L. Holm helt fyrilestur við heitinum: “Foreldur skiljast, hvussu við børnunum, og hvat er mín uppgáva sum lærari og stuðul?“. Spurningar blivu settir og gott kjak var. Góð uppmøting.

Foreldraráðið fyri Tofta skúla
Foreldraráðið hevur fast tríggjar fundir um árið. Umboð fyri skúlastýrið og leiðslu skúlans er við á fundunum.

Armgarð á Regni hevur verið samskipari seinastu tvey árini, men nú mangla vit ein avloysara fyri hana.

Allir flokkar hava eina hondbók, sum skal fylgja við flokkinum øll árini. Formaðurin fyri foreldraumboðini í flokkinum hevur ábyrgd av hondbókini. Øll foreldraumboðini í skúlanum eru í einum foreldraráðið. Tað stendur í hondbókini, hvørjar uppgávur foreldraráðið kann hava, og hvussu hetta arbeiðið kann skipast. Foreldraumboðini eru nú ein meira aktivur partur av felags foreldrafundinum fyri hvønn flokk.

Skúlastýrið hevur gjørt smávegis broytingar í leiðreglunum fyri foreldraráðið í Tofta skúla. Hesar kunnu lesast á heimasíðuni.

Frágreiðing frá fundunum verður løgd á heimasíðuna.

Næmingaráðið
Næmingaráðið virkar væl og tað eru vit sera glað fyri. Tey fáa ymiskar uppgávur, sum tey megna væl. Tey koma eisini sjálvi við hugskotum, so tað er sera stuttligt. 

Vit ynskja, at Tofta skúli skal verða ein skúli har næmingar, foreldur og starvsfólk trívast, samstarva og hava ávirkan.

Økið rundanum skúlan
Hetta er eitt afturvendandi evni í skúlastýrinum, tí umstøðurnar eru als ikki nøktandi. Nes kommuna hevur avsett 100.000 kr av til útiøki fyri 2015, men hetta er ikki brúkt enn, men vit hava fingið lovað, at øki norðanfyri og nakað omanfyri verður gjørt liðugt. Eisini verður restin av økinum omanfyri avhegnað, so eingin fær gingið tann vegin, tí har ríður oman og er tí ikki trygt øki. Vit í skúlastýrinum eru ikki nøgd við spæliumstøðurnar kring skúlan og tað er nakað, sum vit gera vart við javnan. 

Ymiskt
Trivnaðarætlan fyri skúlan er løgd á heimasíðuna. Hendan verður framhaldandi dagførd.Eisini fáa foreldraumboðini høvi at gera viðmerkingar til trivnaðarætlanina á næsta fundi, sum verður í vár.

Aftaná, at skúlakanningin bleiv gjørd í 2012, bað skúlastýrið ymsar partar um at velja nøkur evni út, sum ynskt var at arbeiða fyrst við. Partarnir vóru skúlastýrið, leiðslan,lærararnir, foreldraráðið og Nes kommuna. Nú hava vit savnað upplýsingar innaftur frá øllum pørtum. Ætlanin er at gera eina nýggja skúlakanning, soleiðis, at vit kunnu meta um gongdina. Tað er ikki eydnast okkum at fáa pening til hetta í 2015, so møguliga verður hetta í 2016.

Heimasíðan hjá Tofta Skúla
Gerðabókin hjá skúlastýrinum verður løgd á heimasíðuna. Yvirlit yvir fundartíðir er eisini at síggja har.

Tit eru vælkomin við evnum/uppskotum til okkum at viðgera í skúlastýrinum.

Toftir, 15. novembur 2015

Skúlastýrið fyri Tofta skúla 
Annfríð Neslíð, skúlastýrisforkvinna

Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri Tofta skúla - skúlaárið 2013/2014

Inngangur 
Hetta er árliga ársfrágreiðingin hjá skúlastýrinum. Skipanin, sum skúlastýrini virka eftir, varð sett í gildi í 2001. 

Skúlastýrið
Skúlastýrið, sum situr nú, hevur virkað síðan 1. jan 2013. Skúlastýrið er sett saman av 6 umboðum, umframt skúlastjóran, sum er fastur skrivari. Skúlastýrið er valt fyri 4 ár.

Skúlastýrislimir: Annfríð Neslíð, Justin Philbrow og Jaspur Langaard eru foreldraumboð, Atli Johansen er læraraumboð. Súni í Hjøllum og Elin á Torkilsheyggi umboða Nes kommunu.

Skúlastýrið hevur skipað seg við Annfríð Neslíð sum forkvinnu, og Justin Philbrow sum næstformanni.

Núsitandi foreldraumboð sita til 31. des. 2016.  

Eitt sindur um Tofta skúla
Við skúlaársbyrjan 18.aug. 2014 gingu 188 næmingar í Tofta skúla. 23 byrjaðu í fyrsta flokki. Við byrjanina av skúlaárinum 2013/14 gingu 193 næmingar í skúlanum.

Tofta skúli hevur 20 lærarar, 14 konufólk og 6 mannfólk. Øll, ið undirvísa í ár, hava útbúgving. Harumframt eru 3 námsfrøðiligir stuðlar til næmingar við serligum tørvi.

Ein húsavørður, ein skrivstovukvinna, ein heilsufrøðingur og 6 vaskikonur starvast eisini við skúlan.

Nøkur høvuðsmál, sum hava verið viðgjørd á skúlastýrisfundunum í 2013/14
Alt skúlaárið 2013/14 hava vit havt 9 vanligar fundir. Vit hava havt okkara fyrstu fundir eftir summarfrítíðina. Niðanfyri greiða vit frá nøkrum av teimum málum, sum hava verið viðgjørd.

Starvssetanir og útbúgving
Fyri skúlaárið 2014/15 lýsti Tofta skúli eftir einum tíðaravmarkaðum lærarastavi fulla tíð, einum tíðaravmarkaðum lærarastarvi vegna lærara í farloyvi og trimum tíðaravmarkaðum stuðulsstørvum.

Ein setanarbólkur, ið er mannaður við formanninum í skúlastýrinum, starvsfólkaumboðnum og einum umboði fyri Nes kommunu, ger tilmæli til skúlastjóran um setanir; skúlastjórin setur í starv.

Andrea Højgaard hevur farloyvi.

Fíggjarætlan
Á hvørjum ári skal skúlastýrið ummæla fíggjarætlanina, sum verður løgd fram fyri Nes kommunu. Tað er Námsfrøðiliga Ráðið fyri Tofta skúla, sum ger uppskot til fíggjarætlanina. Fíggjarætlanin fyri 2014 var til viðgerðar í skúlastýrinum 28. august  2013.

Umbønin til fíggjarætlanina fyri 2014 var kr. 550.000, ið er nakað meira enn síðsta ár. Somuleiðis bleiv eisini biðið um kr. 50.000 til breytasamstarvið Toftir/Runavík. Í umbønini varð eisini víst á, at tað er av alstórum týdningi, at peningur verður avsettur til nýíløgur innan KT-økið. 

Játtanin fyri 2014 sær soleiðis út 550.000 + 40.000 til breytasamstarv. Eisini fekk skúlin 70.000 til nýggjar teldur. Tilsamans 660.000 kr.

Felags foreldrafundur
Árligi felags foreldrafundurin varð hildin 30. oktobur 2013. Ársfrágreiðingin fyri 20012/13 bleiv gjøgnumgingin. Eftir hetta høvdu foreldur høvi til at koma við viðmerkingum og seta spurningar. Gitte Klein helt fyrilestur  við heitinum "Flow í gerandisdegnum - at stýra millum strongd, kaos og keðsemi". Hetta var ein áhugaverdur fyrilestur. At enda var drekkamuður og tíð til prát. Uppmøtingin var hampulig.

Felagsfundur fyri skúlastýrini kring Skálafjørðin
21. januar bjóðaði skúlastýrið fyri Tofta skúla til ein felagsfund fyri skúlastýrini kring fjørðin. Tað var góð uppmøting. Hvørt skúlastýrið greiddi frá hvørjum, tey arbeiða mest við. Hetta er eitt gott høvi til at læra av hvørjum øðrum og fáa íblástur. Avgjørt var, at hava ein tílíkan fund einaferð um árið. Næstu ferð verður fundurin í Runavík.

Fundur við starvsfólkini í Tofta skúla
Tann árligi fundurin millum skúlastýrið og starvsfólkini í Tofta skúla var hildin 19. februar 2014.

Oddbjørg Johansen helt fyrilestur við heitinum "Styrk títt sjálvsálit við ACT". Spurningar blivu settir og gott kjak var. Góð uppmøting.

Foreldraráðið í Tofta skúla
Foreldraráðið hevur fast tríggjar fundir um árið. Umboð fyri skúlastýrið og leiðslu skúlans er við á fundunum.

Anelia Philbrow er avloyst av Armgarð á Regni, sum nú verður samskipari næstu tvey árini.

Allir flokkar hava eina hondbók, sum skal fylgja við flokkinum øll árini. Formaðurin fyri foreldraumboðini í flokkinum hevur ábyrgd av hondbókini. Øll foreldraumboðini í skúlanum eru í einum foreldraráði. Tað stendur í hondbókini, hvørjar uppgávur foreldraráðið kann hava, og hvussu hetta arbeiðið kann skipast. Foreldraumboðini eru nú ein meira aktivur partur av felags foreldrafundinum fyri hvønn flokk. 

Skúlastýrið hevur gjørt smávegis broytingar í leiðreglunum fyri foreldraráðið í Tofta skúla. Hesar kunnu lesast á heimasíðuni.
 
Frágreiðing frá fundunum verður løgd á heimasíðuna.

Økið rundanum skúlan
Hetta er eitt afturvendandi evni í skúlastýrinum, tí umstøðurnar eru als ikki nøktandi. Peningurin fyri 2013 bleiv brúktur til tveir spælilutir, sum eru settir upp í skúlagarðinum.

Nes kommuna valdi ikki at seta pening av fyri 2014, men vit hava fingið lovað, at peningur verður settur av fyri 2015.

Ymiskt
Atferðarreglurnar eru blivnar dagførdar.

Aftaná, at skúlakanningin bleiv gjørd í 2012, bað skúlastýrið ymsar partar um at velja nøkur evni út, sum ynskt var at arbeiða fyrst við. Partarnir vóru skúlastýrið, lærararnir, foreldraráðið og Nes kommuna. Nú hava vit savnað upplýsingar innaftur frá øllum pørtum. Ætlanin er at gera eina nýggja skúlakanning, soleiðis at vit kunnu meta um gongdina. Tað er ikki eydnast okkum at fáa pening til hetta í 2015, so møguliga verður hetta í 2016.

Heimasíðan hjá Tofta skúla
Skúlin hevur júst fingið nýggja heimasíðu. Og hetta eru vit sera glað fyri. Hetta lættir munandi um samskiftið millum heim og skúla. 

Gerðabókin hjá skúlastýrinum verður  løgd á heimasíðuna. Yvirlit yvir fundartíðir er eisini at síggja har.

Tit eru vælkomin við evnum/uppskotum til okkum at viðgera í skúlastýrinum.

Toftir, 21. oktobur 2014

Skúlastýrið fyri Tofta skúla
Annfríð Neslíð, skúlastýrisforkvinna

Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri 
Tofta skúla - skúlaárið 2012/2013

Inngangur 
Hetta er árliga ársfrágreiðingin hjá skúlastýrinum. Skipanin, sum skúlastýrini virka eftir, varð sett í gildi í 2001.

Skúlastýrið
Skúlastýrið, sum situr nú, hevur virkað síðan 1. jan. 2013. Skúlastýrið er sett saman av 6 umboðum  umframt skúlastjóran, sum er fastur skrivari. Skúlastýrið er valt fyri 4 ár.

Skúlastýrislimr: Annfríð Neslíð, Justin Philbrow og Jaspur Langaard eru foreldraumboð,  Atli Johansen er læraraumboð. Súni í Hjøllum og Elin á Torkilsheyggi umboða Nes kommunu.
Skúlastýrið hevur skipað seg við Annfríð Neslíð sum forkvinnu  og Justin Philbrow sum næstformanni.

Núsitandi foreldraumboð sita til 31. des. 2016. 

Eitt sindur um Tofta skúla
Við skúlaársbyrjan 19.aug. 2013 gingu 195  næmingar í Tofta skúla. 16 byrjaðu í fyrsta flokki. Við byrjanina av skúlaárinum 2012/13 gingu 208 næmingar í skúlanum.

Tofta skúli hevur 20 lærarar, 13 konufólk og 7 mannfólk. Øll, ið undirvísa í ár, hava útbúgving. Harumframt eru 4 pedagogiskir stuðlar til næmingar við serligum tørvi.

Ein húsavørður, ein skrivstovukvinna, ein heilsufrøðingur og 6 vaskikonur starvast eisini við skúlan.

Nøkur høvuðsmál
Nøkur høvuðsmál, sum hava verið viðgjørd á skúlastýrisfundunum í 2011/12
Alt skúlaárið 2012/13 hava vit havt 11 vanligar fundir. Vit hava havt okkara fyrstu fundir eftir summarfrítíðina. Niðanfyri greiða vit frá nøkrum av teimum málum, sum hava verið viðgjørd.

Starvssetanir og útbúgving
Fyri skúlaárið 2013/14 lýsti Tofta skúli við tveimum tíðaravmarkaðum lærarastørvum fulla tíð, einum tíðaravmarkaðum lærarastarvi vegna lærara í farloyvi og fýra tíðaravmarkaðum stuðulsstørvum.

Ein setanarbólkur, ið er mannaður við formanninum í skúlastýrinum, starvsfólkaumboðnum og einum umboði fyri Nes Kommunu, ger tilmæli til skúlastjóran um setanir; skúlastjórin setur í starv.

Durita Jakobsen er liðug við cand.ped.ped.psyk. á DPU. Jóna Hansen  og Andrea Højgaard hava farloyvi.

Fíggjarætlan
Á hvørjum ári skal skúlastýrið ummæla fíggjarætlanina, sum verður løgd fram fyri Nes kommunu. Tað er Námsfrøðiliga Ráðið fyri Tofta skúla, sum ger uppskot til fíggjarætlanina. Fíggjarætlanin fyri 2013 var til viðgerðar í skúlastýrinum 5. septembur 2012.

Umbønin til fíggjarætlanina fyri 2013 var kr. 550.000, ið er nakað meira enn síðsta ár. Somuleiðis bleiv eisini biðið um kr. 50.000 til breytasamstarvið Toftir/Runavík. Í umbønini varð eisini víst á, at tað er av alstórum týdningi, at peningur verður avsettur til nýíløgur innan KT-økið. 

Játtanin fyri 2013 sær soleiðis út 550.000 + 40.000 til breytasamstarv. Eisini fekk skúlin 70.000 til nýggjar teldur. Tilsamans 660.000 kr.Eisini bleiv 60.000 játtað til útiøkið.

Nøgdsemiskanning/Skúlakanning
Skúlastýrið skipaði fyri eini nøgdsemiskanning seinasta heyst. Í hesi kanning blivu øll foreldur spurd ymsar spurningar í sambandi við skúlagongdina hjá barninum. Slíkar kanningar verða gjørdar á nógvum skúlum uttanlands og í Norðskála/Oyrar skúla gera tey slíkar kanningar javnan. Vit  fingu Gallup at skipa fyri kanningini hjá okkum og seta úrslitini upp. Svarprosentið var nøktandi omanfyri 50%. Vit vilja siga, at Tofta skúli og lærarnir fingu eitt ordiligt herðaklapp í hesi kanningini. Nógv kann gerast betur, og tað er nógv at arbeiða við, men gjøgnumgangandi var úrslitið positivt.

Skúlakanningin fór við nógvari arbeiðsorku og viðførdi nógv fundarvirksemi. Kanningin var á skránni á fleiri fundum seinasta heyst. Sí niðanfyri.

Eftir kanningina hava lærarar, foreldraumboð, næmingaráðið og skúlastýrið valt 3 øki hvør, sum hvør bólkur metir, er mest umráðandi at arbeiða víðari við. 

Vit hava tosa um at gera eina líknandi kanning aftur um 2 ár, tvs. í 2014. So høvdu vit havt nakað at samanbera við og kundu máta gongdina.

Vit meta, at tað er av týdningi at fáa at vita, hvørja hugsan foreldur hava um skúlan og alt skúlans arbeiðið. Hetta fyri at vit allatíðina kunnu royna at gera arbeiðið betur.

Felags foreldrafundur
Árligi felags foreldrafundurin varð hildin 26. oktobur 2012. Ársfrágreiðingin fyri 20011/12 bleiv gjøgnumgingin. Eftir hetta høvdu foreldur høvi til at koma við viðmerkingum og seta spurningar. Síðan greiddi skúlastýrið frá um nøgdsemiskanningina, sum skuldi gerast um heystið. Víst bleiv, hvussu kanningin fór at fara fram, og hvat endamálið var við at gera eina slíka kanning. Eftir hetta greiddu lærarar frá um førleikastovuna í Tofta skúla. At enda var drekkamuður og tíð til prát. Uppmøtingin var hampulig.

Framløga av nøgdsemiskanning/Skúlakanning
Á eyka felagsforeldrafundi 28. novembur bleiv úrslitið av skúlakanningini lagt fram fyri foreldrum og øðrum áhugaðum. Kommunustýrislimir vóru eisini bodnir við. Ikki so góð uppmøting til hendan fundin. Framløgan til hendan fundin er at síggja á heimasíðu skúlans og eitur ‘Skúlakanningin 2012’.

Fundur við starvsfólkini við Tofta skúla
Tann árligi fundurin millum skúlastýrið og starvsfólkini við Tofta skúla varð hildin 21/11-12.

Á hesum fundi legði skúlastýrið úrslitið av nøgdsemiskanningini fram. Spurningar blivu settir og gott kjak var. Góð uppmøting.

Fundur fyri foreldraumboðunum í flokkunum
Skúlastýrið bjóðaði foreldraumboðunum til eitt áhugakvøld 27/2-13. Á hesum fundinum bleiv eisini tosað um skúlakanningina. Foreldraumboðini valdu 3 evni úr kanningini, sum skúlastýrið skal arbeiða víðari við.

Allir flokkar hava eina hondbók, sum skal fylgja við flokkinum øll árini. Formaðurin fyri foreldraumboðini í flokkinum hevur ábyrgd av hondbókini. Øll foreldraumboðini í skúlanum eru í einum foreldraráði, har Anelia Philbrow er vald til forkvinnu. Tað stendur í hondbókini, hvørjar uppgávur foreldraráðið kann hava, og hvussu hetta arbeiðið kann skipast. Formaðurin/forkvinnan situr fyri tvey ár í senn. Foreldraumboðini eru nú ein meira aktivur partur av felags foreldrafundinum fyri hvønn flokk. 

Skúlastýrið hevur gjørt leiðreglur fyri foreldraráðið í Tofta skúla. Hesar kunnu lesast á heimasíðuni. 

Frágreiðing frá fundunum verður løgd á heimasíðuna.

Økið rundan um skúlan
Hetta er eitt afturvendandi evni í skúlastýrinum, tí umstøðurnar eru als ikki nøktandi. . Økið norðan fyri skúlan er gjørt liðugt í 2012. 60.000 kr eru settar av til skúlagarðin í 2013. Fyri hendan peningin fáa vit okkurt nýtt at spæla við og fáa lagt tryggari undirlag á við spæliøkið. Vegurin er blivin tryggari og eftir summarfritíðina 2013 er ikki loyvt at parkera við skúlavegin í skúlatíð, akfør til rørslutarnað undantikin.

Nú manglar at fáa økið oman fyri skúlan gjørt. Ikki er loyvt børnunum at vera har, tí trygdin er ikki í lagi har, og ongin er at ansa teimum. Tað er stórt pláss oman fyri skúlan, sum væl kundi blivið brúkt skilagott. Vónandi fer kommunan undir hetta komandi ár.

Næmingaráðið
Næmingaráð virkar nú aftur. Tey hava havt ábyrgd av onkrum fríkorterum og viðvirka, tá ymisk hátíðarhald hava verið á skúlanum. Næmingaráðið legði ynski fram fyri skúlastýrinum um at royna eina matarskipan á skúlanum. Hetta verður nú koyrt sum ein royndarskipan fram til jóla. Val av nýggjum limum til næmingaráðið hevur júst verið. Tað er Atli Johansen, sum tekur sær av hesum. 

Atferðarreglur 
Atferðarreglurnar eru blivnar endurskoðaðar. Tær eru at síggja á heimasíðuni.

Heimasíðan hjá Tofta skúla
Heimasíðan verður nógv brúkt. Og hetta eru vit sera glað fyri. Hetta lættir munandi um samskiftið millum heim og skúla.
 
Gerðabókin hjá skúlastýrinum verður nú løgd á heimasíðuna. Yvirlit yvir fundartíðir er eisini at síggja har.

Tit eru vælkomin við evnum/uppskotum til okkum at viðgera í skúlastýrinum.

Toftir, 20. oktobur 2013

Skúlastýrið fyri Tofta skúla
Annfríð Neslíð, skúlastýrisforkvinna