Barnadansur í Hæddini í Runavík fríggjadagin 22. nov.
Gloymd klæði
Úrslit frá skúlastýrisvalinum 2024
Skúlastýrisvalið 2024
Lív I. Magnussen og Annelisa Rasmussen heiðraðar í Tofta skúla
Vallistar til Skúlastýrisval 2024
Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri Tofta skúla - skúlaárið 2013/2014
Inngangur
Hetta er árliga ársfrágreiðingin hjá skúlastýrinum. Skipanin, sum skúlastýrini virka eftir, varð sett í gildi í 2001.
Skúlastýrið
Skúlastýrið, sum situr nú, hevur virkað síðan 1. jan 2013. Skúlastýrið er sett saman av 6 umboðum, umframt skúlastjóran, sum er fastur skrivari. Skúlastýrið er valt fyri 4 ár.
Skúlastýrislimir: Annfríð Neslíð, Justin Philbrow og Jaspur Langaard eru foreldraumboð, Atli Johansen er læraraumboð. Súni í Hjøllum og Elin á Torkilsheyggi umboða Nes kommunu.
Skúlastýrið hevur skipað seg við Annfríð Neslíð sum forkvinnu, og Justin Philbrow sum næstformanni.
Núsitandi foreldraumboð sita til 31. des. 2016.
Eitt sindur um Tofta skúla
Við skúlaársbyrjan 18.aug. 2014 gingu 188 næmingar í Tofta skúla. 23 byrjaðu í fyrsta flokki. Við byrjanina av skúlaárinum 2013/14 gingu 193 næmingar í skúlanum.
Tofta skúli hevur 20 lærarar, 14 konufólk og 6 mannfólk. Øll, ið undirvísa í ár, hava útbúgving. Harumframt eru 3 námsfrøðiligir stuðlar til næmingar við serligum tørvi.
Ein húsavørður, ein skrivstovukvinna, ein heilsufrøðingur og 6 vaskikonur starvast eisini við skúlan.
Nøkur høvuðsmál, sum hava verið viðgjørd á skúlastýrisfundunum í 2013/14
Alt skúlaárið 2013/14 hava vit havt 9 vanligar fundir. Vit hava havt okkara fyrstu fundir eftir summarfrítíðina. Niðanfyri greiða vit frá nøkrum av teimum málum, sum hava verið viðgjørd.
Starvssetanir og útbúgving
Fyri skúlaárið 2014/15 lýsti Tofta skúli eftir einum tíðaravmarkaðum lærarastavi fulla tíð, einum tíðaravmarkaðum lærarastarvi vegna lærara í farloyvi og trimum tíðaravmarkaðum stuðulsstørvum.
Ein setanarbólkur, ið er mannaður við formanninum í skúlastýrinum, starvsfólkaumboðnum og einum umboði fyri Nes kommunu, ger tilmæli til skúlastjóran um setanir; skúlastjórin setur í starv.
Andrea Højgaard hevur farloyvi.
Fíggjarætlan
Á hvørjum ári skal skúlastýrið ummæla fíggjarætlanina, sum verður løgd fram fyri Nes kommunu. Tað er Námsfrøðiliga Ráðið fyri Tofta skúla, sum ger uppskot til fíggjarætlanina. Fíggjarætlanin fyri 2014 var til viðgerðar í skúlastýrinum 28. august 2013.
Umbønin til fíggjarætlanina fyri 2014 var kr. 550.000, ið er nakað meira enn síðsta ár. Somuleiðis bleiv eisini biðið um kr. 50.000 til breytasamstarvið Toftir/Runavík. Í umbønini varð eisini víst á, at tað er av alstórum týdningi, at peningur verður avsettur til nýíløgur innan KT-økið.
Játtanin fyri 2014 sær soleiðis út 550.000 + 40.000 til breytasamstarv. Eisini fekk skúlin 70.000 til nýggjar teldur. Tilsamans 660.000 kr.
Felags foreldrafundur
Árligi felags foreldrafundurin varð hildin 30. oktobur 2013. Ársfrágreiðingin fyri 20012/13 bleiv gjøgnumgingin. Eftir hetta høvdu foreldur høvi til at koma við viðmerkingum og seta spurningar. Gitte Klein helt fyrilestur við heitinum "Flow í gerandisdegnum - at stýra millum strongd, kaos og keðsemi". Hetta var ein áhugaverdur fyrilestur. At enda var drekkamuður og tíð til prát. Uppmøtingin var hampulig.
Felagsfundur fyri skúlastýrini kring Skálafjørðin
21. januar bjóðaði skúlastýrið fyri Tofta skúla til ein felagsfund fyri skúlastýrini kring fjørðin. Tað var góð uppmøting. Hvørt skúlastýrið greiddi frá hvørjum, tey arbeiða mest við. Hetta er eitt gott høvi til at læra av hvørjum øðrum og fáa íblástur. Avgjørt var, at hava ein tílíkan fund einaferð um árið. Næstu ferð verður fundurin í Runavík.
Fundur við starvsfólkini í Tofta skúla
Tann árligi fundurin millum skúlastýrið og starvsfólkini í Tofta skúla var hildin 19. februar 2014.
Oddbjørg Johansen helt fyrilestur við heitinum "Styrk títt sjálvsálit við ACT". Spurningar blivu settir og gott kjak var. Góð uppmøting.
Foreldraráðið í Tofta skúla
Foreldraráðið hevur fast tríggjar fundir um árið. Umboð fyri skúlastýrið og leiðslu skúlans er við á fundunum.
Anelia Philbrow er avloyst av Armgarð á Regni, sum nú verður samskipari næstu tvey árini.
Allir flokkar hava eina hondbók, sum skal fylgja við flokkinum øll árini. Formaðurin fyri foreldraumboðini í flokkinum hevur ábyrgd av hondbókini. Øll foreldraumboðini í skúlanum eru í einum foreldraráði. Tað stendur í hondbókini, hvørjar uppgávur foreldraráðið kann hava, og hvussu hetta arbeiðið kann skipast. Foreldraumboðini eru nú ein meira aktivur partur av felags foreldrafundinum fyri hvønn flokk.
Skúlastýrið hevur gjørt smávegis broytingar í leiðreglunum fyri foreldraráðið í Tofta skúla. Hesar kunnu lesast á heimasíðuni.
Frágreiðing frá fundunum verður løgd á heimasíðuna.
Økið rundanum skúlan
Hetta er eitt afturvendandi evni í skúlastýrinum, tí umstøðurnar eru als ikki nøktandi. Peningurin fyri 2013 bleiv brúktur til tveir spælilutir, sum eru settir upp í skúlagarðinum.
Nes kommuna valdi ikki at seta pening av fyri 2014, men vit hava fingið lovað, at peningur verður settur av fyri 2015.
Ymiskt
Atferðarreglurnar eru blivnar dagførdar.
Aftaná, at skúlakanningin bleiv gjørd í 2012, bað skúlastýrið ymsar partar um at velja nøkur evni út, sum ynskt var at arbeiða fyrst við. Partarnir vóru skúlastýrið, lærararnir, foreldraráðið og Nes kommuna. Nú hava vit savnað upplýsingar innaftur frá øllum pørtum. Ætlanin er at gera eina nýggja skúlakanning, soleiðis at vit kunnu meta um gongdina. Tað er ikki eydnast okkum at fáa pening til hetta í 2015, so møguliga verður hetta í 2016.
Heimasíðan hjá Tofta skúla
Skúlin hevur júst fingið nýggja heimasíðu. Og hetta eru vit sera glað fyri. Hetta lættir munandi um samskiftið millum heim og skúla.
Gerðabókin hjá skúlastýrinum verður løgd á heimasíðuna. Yvirlit yvir fundartíðir er eisini at síggja har.
Tit eru vælkomin við evnum/uppskotum til okkum at viðgera í skúlastýrinum.
Toftir, 21. oktobur 2014
Skúlastýrið fyri Tofta skúla
Annfríð Neslíð, skúlastýrisforkvinna