Næmingaráðið í Tofta skúla skúlaárið 2026/27
Mánadagin 28. september var næmingaráðsval í Tofta skúla. Í næmingaráðnum í Tofta skúla eru 7 næmingar. Nývalda næmingaráðið er mannað við hesum næmingum:
Martin Hammer í Hjøllum 9. fl., formaður, ElianHøjgaard 10.fl., næstformaður, Dánjal Hansen 7. fl., skrivari, Pætur Janusarson 8. fl., Alda Jákupsdóttir 6. fl., Jónas Eið 5. fl. og Bjarni Bárðarson Kjeld 4. fl.
Omanfyri er mynd av nývalda næmingaráðnum í Tofta skúla.
Endamálið við næmingaráðnum er, at næmingarnir læra at taka lut í fólkaræðisligum samfelagi, og at teir fáa høvi at hava ábyrgd og ávirkan á teirra dagligdag. Nakrar av uppgávunum, næmingaráðið kann arbeiða við, eru:
• atferðarreglum á skúlanum
• innan- og uttandura spæliplássi
• felags tiltøkum, ítrótti, konsertum
• aktuellum málum
• skúlablaði, várveitslu, o.t.
• ymiskt,, sum skapar trivnað í skúlanum.
Næmingaráðið hevur skyldu til reguliga at kunna flokkunum um arbeiðið, sum verður gjørt í næmingaráðnum.