06/10/2026

Altjóða læraradagur í Tofta skúla

Aftur í ár varð skipað fyri altjóða læraradegi í Tofta skúla. Dagurin varð hildin mánadagin 5. oktober kl. 9.45.

Endamálið við altjóða læraradegnum er at virðismeta og menna heimins undirvísarar. Fleiri enn 100 lond hátíðarhalda dagin, sum varð hildin fyrstu ferð í 1994. Tá spratt dagurin úr heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða frá 1948 um mannarættindi.

Næmingaráðið skipaði fyri degnum, sum byrjaði við, at Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði øllum vælkomin til løtuna og segði síðani nøkur orð.

Durita hugleiddi heilt stutt um skúlasøguna í Nes kommunu og bar síðani fram eina heilsan frá skúlastýrinum.

Síðani hevði Martin H. í Hjøllum, formaður í næmingaráðnum, eina røðu.

Røðan hjá honum var ein hjartalig tøkk til lærarar og onnur starvsfólk í Tofta skúla.

Í røðuni verður lærarin fyrst lýstur á ein skemtiligan hátt. Ein persónur, ið hevur serlig evni til at forklára somu ting fleiri ferðir og samstundis hava eygu við næmingunum. Men aftan fyri hetta er ein persónur, sum veruliga ynskir at hjálpa næmingunum at læra og at mennast.

Martin legði dent á, at lærarar ikki bara læra næmingarnar fakligar førleikar, men eisini hjálpa teimum í lívinum. Teir vísa umsorgan, vegleiða, rættleiða og flenna saman við næmingunum og siga frá, tá tað er neyðugt.

Hóast næmingarnir onkuntíð heldur vilja hugna sær, fara í høllina at spæla ella hyggja eftir filmi, skilja næmingarnir eisini, at lærarar gera sítt besta fyri at læra teir tað, sum teir hava tørv á.

Næmingarnir eru sum heild sera takksamir fyri lærararnar og lýsa teir sum sannar hetjur. Eginleikarnir hjá lærarunum eru serliga umsorgn, áhaldni og evnini at stuðla næmingunum, so teir ikki gevast á hondum, sjálvt tá næmingarnir hava hug at missa mótið.

Í røðuni verður eisini undirstrika, at lærarar, saman við foreldrunum, eru týdningarmiklir vegvísarar í lívinum hjá næmingunum.

Eftir røðurnar var gávuhandan á skránni. Lærararnir sótu niðri, meðan flokkarnir skiftust um at koma niðan og handa gávur, sum næmingarnir og foreldraumboðini í flokkunum høvdu skipað fyri.

Nógv lógvatøk vórðu tikin hesa løtuna, og hvør einstakur næmingur tók í hondina á øllum lærarunum og ynskti teimum til lukku við degnum ella ein góðan læraradag,

Aftaná fingu lærararnir morgunmat, meðan eldru næmingarnir fóru inn í floksstovurnar saman við yngru næmingunum.

Hetta var ein sera góð løta, og hvørt ár verður í langa tíð aftaná tosað á lærarastovuni um, hvussu kveikjandi og gleðiligt tað er at uppliva hesar løturnar.

Fleiri myndir síggjast her!