Atferðarreglur
Seinast dagførd apríl 2020.
Vit vilja, at tað skal vera trygt og gott hjá øllum at vera í Tofta skúla.
Fyri at øll skulu kunna trívast og læra, er neyðugt at hava nakrar felags reglur.
Trivnaður
Í Tofta skúla eiga øll at vera vinalig, fyrikomandi, hjálpsom og ærlig. Happing verður ikki góðtikin.
Uppmøting
- Skúladagurin byrjar við morgunsangi.
- Øll møta rættstundis, úthvíld og væl fyrireikað í skúla
- Tá ið ringir inn til tíma, fara næmingarnir til skúlastovuna
- Um næmingur ikki kemur í skúla, skulu foreldur ella onnur avvarðandi boða skúlanum frá skjótast gjørligt, helst áðrenn kl. 8
- Flokslærarin kann geva næmingi frí 1-2 dagar. Skal næmingurin hava frí meir enn tveir dagar, skal skrivligt biðjast frí hjá leiðsluni
- Við longri fráveru kann læknaváttan verða kravd
- Við fráveru til undirvísing í ítrótti skal lærarin hava kunning frá foreldrum ella øðrum avvarðandi
Skúlatíðin/fríløturnar
- Næmingarnir í barnaskúlanum skulu vera á skúlans øki í skúlatíðini
- Spøl, sum eru plásskrevjandi ella føra við sær renning aftur og fram, skulu spælast úti
- Alt bóltspæl skal fara fram úti. Alt spæl bæði úti og inni í fríløtunum eigur at fara fram á ein tílíkan hátt, at tað ikki skaðar næmingar, bygningar ella skúlaamboð
- Í kava er alneyðugt, at allir næmingar vísa fyrilit fyri hvørjum øðrum
- Næmingarnir eiga at ansa eftir, at spælið í kavanum ikki verður ov harðligt
- Tann, sum við harðligum spæli ella grovum ósketni ger skaða á skúlans ogn, eigur at gjalda skaðan
- Tá flokkur skiftir stovu ella fer heim, skal stovan ruddast og øll amboð setast upp á pláss
- Næmingarnir í barnaskúlanum (1.-7.fl.) hava ikki loyvi at keypa í skúlatíðini
- Lærarar hava umsjón við næmingunum bæði úti og inni í skúlatíðini
Frálærutilfar
Næmingarnir kunnu ábyrgdast fyri alt burturmist frálærutilfar, sum teir hava til láns frá skúlanum.
Fartelefon
Tá ið næmingar koma í skúla um morgunin, verður telefon teirra løgd í ein kassa, sum er keyptur til endamálið. Hesin kassin verður læstur inni í einum skápi í skúlastovuni. Telefonin verður liggjandi har, til skúladagurin er liðugur. Hetta merkir sostatt, at næmingurin ikki brúkar telefonina í skúlatíðini, uttan so at lærarin gevur næmingunum loyvi til tess í tímanum í sambandi við undirvísing. Tá undirvísingin er liðug, skal telefonin leggjast aftur í kassan og kassin verður læstur inni í skápinum.
Hevur næmingur tørv á at ringja, kann hann venda sær til sín lærara ella skrivstovuna.
Til og frá skúla
Vit mæla til at fylgja tilráðingunum frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, ið siga, at næmingar yngri enn 10 ár eiga ikki at súkkla í skúla. Næmingarnir eiga at vísa ansni í ferðsluni og at brúka endurskin.
Næmingar, ið koma í skúla á súkklu, eiga at brúka súkkluhjálm. Næmingar hava ikki rætt til at súkkla ella at koyra prutl í skúlatíðini.
Annað
- Tað er ikki loyvt at roykja á skúlans øki
- Í Tofta skúla ganga vit ikki inni í útiskóm
- Øll hava skyldu til at fara væl um og taka upp eftir sær