Á seturskúla á Sandi

6. flokkur hevur verið á seturskúla á Sandi og gist í húsinum hjá ungmannafelagnum Virkið. Tað hevur verið ein sera góður túrur við nógvum upplivingum. Næmingarnir hava róð kajakk á Sandsvatni, vitjað listasavnið, gingið til gívrinarspor og gívrinarhol og sjálvandi eisini hugna sær inni við sjónleiki, spurnarkapping, borðspølum og øðrum. Takk fyri túrin og góða summarferiu :-)

Grilla og hugna okkum í Rituvík - Juniætlan 2021

Úti í kavanum og spæla

Vit tóka eina spontana avgerð og fóru út at skeiða í roknitímanum í morgun. Vit stuttleikaðu okkum óført

Fastalávint hjá 1. flokki

Vit hava havt ein hugnaligan dag. Vit hava sligið tunnu á skermi, etið fastalávintsbollar og sunkist og kvøðið. Nógvar fittar og festligar grýlur. Dagurin eydnaðist væl.

Framløgur í rokning

Í dag fingu næmingarnir møguleika at leggja fram í roking. Teir spældu lærari eina løtu og sluppu at seta orð á, hvussu tey høvdu roknað seg fram til úrslitini. Tad vóru fleiri um boðið, men øll náddu ikki í dag.