Juniætlan 2026

Vit hava havt nógvar góðar og øðrvísi skúladagar í juniætlanini í 2. flokki. Undirvísingin hevur eisini flutt seg onkrar dagar úr skúlastovuni út í náttúruna.

M.a. hava vit gingið eftir rustini og leita eftir fuglareiðrum, havt verkstøð í skúlanum, havt rørsludag, spælt borðspøl og gjørt landart á Neshamri.

Tað hevur eydnast so væl, og næmingarnar hava hugna sær hesar dagar.

2. flokkur í Gøtu

Í samband við juniætlanina fóru vit tann eina dagin til Gøtu. Vit fangaðu síl í ánni, og so bjóðaði Lív okkum inn til sín aftaná.

Vit fingu fleiri síl og hugnaðu okkum úti og inni. Hetta var ein so góður dagur.

Seinasti skúladagur hjá Freyju

Hetta skúlaárið hevur Freyja gingið í 2. flokki, men eftir summarfrítíðina fer hon aftur til Peru at búgva. Í dag vóru vit boðin heim til hana til piñata-veitslu. Hetta er vanligt at gera í Peru til føðingardagar. Tað var so stuttligt at royna, og nógv gott var í piñataini, tá ið hon datt niður.

Vit ynskja Freju og familjuni alt tað besta, og vóna, at hon kemur at vitja okkum aftur onkuntíð.

Í fjøruni 21.05.2026

Í dag hava vit havt um flóð og fjøru í heimstaðarlæru. Fyrst tosaðu vit um hetta í skúlastovuni, og síðani fóru vit í fjøruna at hyggja, um tað var flóð ella fjøra í dag. Vit hvødu glúpar við og fangaðu fleiri igulker og krabbar.

Evnisdagar - á ferð í Nes Kommunu "Okkara stað - okkara søga"

Í viku 10 hava vit havt evnisdagar í Tofta skúla um Nes Kommunu.

Vit byrjaðu við einum B68-degi, har Jógvan Martin Olsen greiddi okkum frá søguni hjá B68. Dagin eftir vitjaðu vit gomlu Nes kirkju og Fríðrikskirkjuna og Ovi Brim, prestur, greiddi okkum frá. Eisini hava vit havt um søgnina um Nykin við Toftavtn og gingið til Leigustovu, har stóri hundurin í søgnini brádliga kom inn. Listaleypurin var eisini á vitjan hesa vikuna, so vit sluppu eisini at síggja og hoyra søguna um Vampýrellu, sum Jákup Dahl fortaldi saman við Aldubáruni.

Vit endaðu vikuna við at næmingarnir teknaðu eina tekning frá onkrum, sum tey høvdu upplivað frá vikuni, og so høvdu øll í skúlanum eina hugnaliga sangløtu saman.

Evning - Páskaegg

1. flokkur hevur litað páskaegg og klipt út í evning fyri páskir. Tey fingu til uppgávu at gera arbeiðið liðugt heima, og tá ið tey høvdu hongt eggini upp, skuldu tey senda ein teldupost við einari mynd til Lív, har tey vístu, hvussu tey høvdu valt at heingja tey upp. Annelisa og Lív eru fegnar um, at eggini nú prýða um heima hjá næmingunum í 1. flokki. Gleðiligar páskir. P.S. So hvørt sum Lív fær fleiri myndir sendandi, verða tær lagdar í mappuna.

100 dagar í skúla

Í dag hátíðarhildu vit, at 1. flokkur 17. januar hevði verið 100 dagar í skúla.

Vit gjördu hövuðbond, sungu, teknaðu og dansaðu, og vit fingu kips, saltstengur og saft. Áðrenn tey fóru úr skúlanum, fingu tey heiðursbræv.

1. flokkur er nú 100 dagar vísari :)

Eingin myndasøvn