Á vitjan hjá IRF 21.04.26

Í útiskúlanum í dag vóru vit á vitjan hjá IRF í Leirvík. Vit hoyrdu um, hvat munurin er á teimum ymisku posunum, og hvat vit skulu koyra í hvar. Síðani fingu vit eina rundvísing, har vit sóu hvat tey gera vit skrellið, sum kemur inn, og eisini sluppu øll at royna grabban, sum var so spennandi at prøva. Ein læruríkur og stuttligur dagur.

Føstulávint 2026 - 3. flokkur

Vit hava hildið føstulávintshald í skúlanum í dag. Vit byrjaðu við at kvøða saman við øllum skúlanum, og vit skipaðu Sigmundskvæðið yngra. Síðani hugnaðu vit okkum saman í flokkinum við køkumuffins og sunkist, og at enda slógu vit tunnu í høllini. Ein stuttligur og góður dagur saman við øllum teimum fittu grýlunum :-)

Evning 22.08.25

Í 3. flokki eru nógv fitt og kreativ børn. Í dag hava vit brúkt vatnmáling og súgvirør til at gera ymiskar litríkar verur.

Góður túrur út á Neshamar

Úti á Neshamri arbeiddu vit við “Land art”. Stuttligt var at síggja, hvat brønini fingu burturúr. Eisini gingu vit ein túr eystur í Líð. Har greiddi Petur Hans m.a. frá spennandi søgum, ið hann og onnur hava upplivað har í umráðnum.

Eingin myndasøvn