Samskipari í foreldraráðnum er:

Justin Philbrow, Toftir
Tlf. 58 58 10
Teldupostur: justin@thor.fo

 

 

Fundarfrágreiðing frá foreldraráðsfundi hjá foreldraumboðunum mikukvøldið 9. mars 2016 kl. 19.00

Skrá:

  • Hvussu skipa vit foreldraráðsfundirnar framyvir?
  • Gjøgnumgongd av trivnaðarætlanini fyri skúlan.
  • Tosa um hvørji tiltøk vóru til jólar og ætlanir um vártiltøk í flokkunum.

Møtt vóru uml. 15-20 foreldraumboð. Næstan allir flokkar vóru umboðaðir. Marita var fyri leiðsluna og Annfríð fyri skúlastýrið. Vit fingu ein kaffimunn og okkurt gott afturvið. 

1. Tosað bleiv um, hvussu vit skulu skipa hesar fundirnar framyvir. Skulu vit framhaldandi hava eitt foreldraráð, sum samlast eini 3 ferðir um árið. Fólk vóru samd um, at tað er gott at hava eitt foreldraráð. Vit mangla samskipara og Armgarð á Regni var so beinasom at taka hesa uppgávuna á seg í eitt ár afturat. Hetta takka vit henni fyri. Armgarð og eg tosaðu um, at arbeiðsuppgávurnar hjá samskiparanum skuldu verið festar á blað, soleiðis at tað er meira greitt, hvat hetta inniber. 

2. Marita gjøgnumgekk so trivnaðarætlanina fyri skúlan. Foreldraumboðini høvdu fingið nøkur eintøk, sum tey so sótu í bólkum og tosaðu um eftir framløguna. Meðan Marita gjøgnumgekk trivnaðarætlanina, var steðgur fleiri ferðir, har vit tosaðu um ymisk ting. Eitt punkt, sum fekk drúgva umrøðu var, at foreldur kunnu seta seg í samband við foreldrini hjá tí barninum, sum happar títt barn. Hetta kann verða trupult, men fleiri høvdu góðar royndir av at hava roynt hetta. Annars var semja um, at tað er sera gott at hava ein orðaðan trivnaðarpolitikk fyri skúlan. 

3. Síðan fortaldu foreldraumboðini fyri hvønn flokk, hvørji tiltøk tey høvdu havt til jólar og hvørjar ætlanir tey høvdu fyri várið.

Fundurin var lokin kl 21.30.

Skrivað hevur Annfríð Neslíð, forkvinna í skúlastýrinum

Fundarfrásøgn frá foreldraráðsfundi 12. nov. 2014

Armgarð Arnbjarnardóttir á Regni bjóðar vælkomin.

Vælkomin til nýggju foreldraumboðini:

  • Hví foreldraumboð
  • Uppgávan hjá foreldraumboðunum
  • Nýggj foreldraumboð skulu skipa seg

Eftirmeting av síðsta foreldrafundi: 

  • Foreldrafundir
  • Vinar/spælibólkar
  • Vetrar/jólatiltøk
  • Fyrilestur. Evni: Tannáringalívið 6. + 7. fl.
  • Sangleikur "Grease"- Víðari lestur 9.-10. fl.

Ringt at vita, hvat ið næmingarnir skulu velja

Møguliga havt fyrilestrar fyri teimum. Vinnan. (Havsbrún) 

Marita, skúlastjóri, leggur upp til at foreldraumboðini koma við uppskoti til "TEMA" at vitja vinnulívið, t.d har foreldrini arbeiða  

Ymiskt: 

  • Marita upplýsur um SSP - Brunatrygd
  • Rýmingarleiðir, eldur v.m 

Skrivari: Rut Láadal 

Foreldraráðsfundur 3. sept. 2014
  
Armgarð Arnbjarnardóttir á Regni, samskipari, bjóðar vælkomin og vísir á evnini í skránni:  

1 Skúlakanning frá 2012     Annfríð leggur fram
2 Fyrireika felags foreldrafund.
3 Ymiskt  

1: Skúlakanning frá 2012: 

Trý evnir úr Gallup kanningini eru tikin fram, og tosað verður um evt. nýggja kanning í 2015. Evnini, sum foreldraumboðini tosa um í bólkum, eru:

  • Innihald á foreldrafundum
  • Samstarvið við foreldrabólkin í flokkinum
  • Tiltøk, ið foreldrabólkurin skipar fyri.  

Bólkur 1:

  • Gott innihald. Tekur støði í tí sum er viðkomandi fyri flokkin. T.d. vinarbólkar, tíðliga lesing v.m.
  • Gott foreldrasamstarv. t.d nyta FB at samskifta við.
  • Tiltøk hava verið góð.  

Bólkur 2:

  • Fundirnir passa til støði børnini eru á.  

Bólkur 3:

  • Góðir fundir. Týdningarmikið at hava viðkomandi fyrilestrar í hóska til aldurin.
  • Foreldrasamstarvið hevur verið gott. Foreldrini hava hjálpt væl til. Facebook virkar væl-positivt.
  • Tiltøk - foreldrini stuðla og takað væl undir.  

Bólkur 4:

Innihaldið hevur verið gott.
Tiltøk gerast meira krevjandi og verri at skipa fyri, tá børnini vera eldri. Vilja heldur vera fyri seg sjálvi.  

Tikið samanum:

  • Gott viðkomandi innihald
  • Gott foreldrasamstarv. FB
  • Tiltøk. Góð undirtøka og stuðul frá foreldrunum. Stóran týðning fyri næmingar og     foreldur.  

2:  Fyrireika felags foreldrafund:  

Flokslærarin tekur stig til foreldrafund. Setur seg í samband við foreldraumboðini. Tó kunnu umboðini sjálvandi eisini kontakta lærarin.

3: Ymiskt:

Boð um foreldraráðsfundir koma framyvir við telduposti og Facebook bólki. Børnini fáa ikki longur kunnandi brøv um hetta.

Skrivari: Rut Láadal 

Fundarfrásøgn frá foreldraráðsfundi 12. mars 2014

Luttakarar:
21 foreldur (allir flokkar umboðaðir uttan 4. fl. )
Annfríð Neslíð, skúlastýrið
Marita Dalsgaard, skúlstjóri
Armgarð á Regni, samskipari í foreldraráðnum

Armgarð bjóðaði vælkomin og greiddi frá skránni.

Skráin fyri fundin:
1. Skúlastýrið gjøgnumgongur leiðreglur fyri foreldraráðið.
2. Foreldraumboðini í flokkinum leggja fram um hildin vetrartiltøk og gjøgnumganga komandi tiltøk.

Annfríð Neslíð las nýggju leiðreglurnar fyri foreldraráðið í Tofta skúla. (Skrivið er lagt í allar floksmappurnar) Foreldraumboðini løgdu fram fyri hvørjum øðrum, hvørji tiltøk tey høvdu havt seinasta hálvárið:

1. fl.: Høvdu hugnakvøld í skúlanum áðrenn jól, har tey kliptu og bakaðu.
2. fl.: Høvdu hugnakvøld, við klipp og baking og hjálptu flokkinum at pynta stovuna. Hjálptu til og samskipaðu, tá stór sorg rakti næming í flokkinum. Hava planir um hugnakvøld í skúlanum.
3. fl.: Hugnakvøld við baking og klipp til jólar.
4. fl.: Onki umboð
5. fl.: Bowlaðu og ótu búff í Leirvík saman við foreldrunum og høvdu hvør sín pakka við til pakkaspæl.
6. fl.: Skipaðu fyri morgunmati og hugnaløtu fyri næmingunum tann dagin næmingarnir høvdu bakidag í skúlanum í.samb. við tiltakið “Í menniskjum góður tokkið”. Hava planir um at fara til sjónleikin Oliver Twist í mars.
7. fl.: Høvdu hugnakvøld saman við foreldrunum í skúlanum. Fingu rísalamande og kaffi. Næmingarnir høvdu hvør sína krukku við, og gjørdu decopage á hana og gjørdu bomm, sum tey so fingu heimvið í krukkunum. Næm. í 7. fl hava eina felagskonto, har tey gjalda 100 kr pr. næm. um árið. Av hesari konto fara so pengar av til felagstiltøk. T.d tilfarð til bomm til jólar og evt. ískoyti til túrar, sum flokkurin ger.
8. fl.: Veður og forfall spældi flokkinum eitt puss, so tey høvdu onki tiltak áðrenn jól. Hava planir um okkurt tiltak í vár.
9. fl.: Bowla og etið í Leirvík. Foreldraráðið fyrireikar eina-cruise ferð til Íslands í páskaferiuni við flokkinum.
10. fl.: Hugna við rísalamande í floksstovuni og fyrilestur við heilsusystrini um at vera tannáringur. Bowla í Leirvík og onkur næm. bjóðaði heim til pizza aftaná. Hava ætlanir um Paintball í mai.

Skrivari: Bjørg R. Højgaard

Fundarfrásøgn frá foreldraráðsfundi 20. nov. 2013 

Luttakarar:
21 foreldur
Annfríð Neslíð fyri skúlastýrið
Olaf Magnussen fyri leiðslu skúlans
Anelia Philbrow, samskipari í foreldraráðnum  

Anelia bjóðaði vælkomin. Hon greiddi frá, hvat ið fundurin fór at snúgva seg um. Skráin er fyri fundin var, at foreldraumboðini í hvørjum flokki løgdu fram, hvussu felagsforeldrafundurin í teimum einstøku flokkunum var skipaður. Eisini greiddu foreldraumboðini frá, hvørjar ætlanir tey høvdu til komandi jóla- og vetrartiltøk.

Skúlastýrið vildi hava foreldraumboðini at kjakast um møgulig broyting av mannagongdini viðv. vali av nýggjum foreldraumboðum.

Eisini skuldi nýggjur samskipari fyri foreldraráðið veljast.

Foreldraumboðini vístu á, at fleiri flokkar høvdu valt at fáa Ingu Símunardóttir frá Gigni at hava ein fyrilestur um tannáringar. Eisini høvdu Inga S. og Petra A. Poulsen frá Gigni verið við til foreldrafundin hjá 6 flokki, har tær kunnaðu foreldrini um eitt trivnaðarskeið, sum tær fóru at hava saman við næmingunum í 6. flokki. Í 3. flokki høvdu tey vitjan av tannrøktara og tannlækna.. Í einum flokki var trivnaður og samansjóðing á skránni.

Eftir at foreldraumbiðini høvdu tosað um foreldrafundirnir, greiddu tey frá, hvørjar ætlanir vóru viðv. vetrar- og jólatiltøkum.  Fleiri foreldraumboð høvdu ætlanir um at  hava jólahugna í skúlanvum, við at skipa fyri felagsmorgunmati, tá skúlin bleiv pyntaður. Summi vístu á, at teirra flokkur ætlaði sær sær út at bowla og eta. Sum nakað heilt serligt, ætlaði ein flokkur at sova í skúlanum og at læna svimjihylin. Ein flokkur hevur bjóðað næmingum og nærmastu familju teirra, til ein nátturðabita, har tey sjálvi taka okkurt etandi við, fyri siðani at klippa jólapynt.

Eftir hetta legði skúlast‎ýrið fram um møguliga at broyting mannagongdini viðv. vali av nýggjum foreldraumboðum. Spælið “samanspæl” varð brúkt til endamálið. Spurningarnir vóru hesir: Skulu øll umboðini skiftast út í einum, ella skal tað broytast til at 2 umboð vera skift út samstundis og síðsta umboðið árið eftir. Kjakast varð um fyrimunir og vansar. Foreldraumboðini sótu í bólkum og kjakaðust eina løtu. Tað vóru sera ymiskir meiningar, men samanumtikið stóð mestsum á jøvnum, um tað mannagongdin skuldi broytast ella ikki.

Fyrimunir við at broyta valið, vóru millum aðrar, at tá er altíð eitt  umboð við royndum, og tískil kann tað vera skjótari hjá teimum nýggju foreldraumboðunum at“finna stevið”. Vansarnir vóru millum aðrar hesir, at val verður oftari, og tískil kunna foreldur troyttast av hesum, og ikki tíma at møta upp til fundirnir. Ein annar vansi var, at møguliga fer tað umboðið, ið ikki er nývalt, at hava eina alt ov stóra ábyrgd.

Fyrimunir við ikki at broyta valið vóru: Tey 3 umboðini fáa eina góða relatión, og kann arbeiðið fella lættari. Men dentur varð lagdur á, at neyðugt er við neyvari kunning frá teimum fráfarnu umboðunum til tey nýggju. Við tað at meiningarnar vóru so ymiskar, fer Annfríð at taka tað upp á skúlastýrisfundi.

Anelia hevði sitið sum samskipari fyri foreldraráðið í 2 ár, og tískil skulidi nýggjur samskipari veljast. Annfríð hevði kontaktað Armgarð á Regni, og spurt um hon var áhuga í at gerast samskipari, og tað játtaði hon. Ongin mótmælti hesum, tískil er Armgarð á Regni nýggjur samkipari.

Skúlastyrið og leiðslan í Tofta skúla takkaðu Aneliu Philbrow fyri sera gott arbeiði og samstarv. Eisini handaði Annfríð Neslíð, skúlastýrisformaður henni eitt blómutyssi sum eina sjónliga tøkk. Eisini takkaðu foreldraumboðini henni fyri ta tíð, hon hevði sitið sum samskipari í foreldraráðnum.

Næsti foreldraráðsfundur verður í mars 2014.   Skrivari: Armgarð á Regni

Skrivari: Armgarð Arnbjarnardóttir á Regni