Seinastu tíðindi

30/03/2025

Fráboðan um skrubb

24/03/2025

Finala í roknikapping fyri fólkaskúlanæmingar

12/03/2025

Grækarissmessuhald úti í Geilini á Toftum

07/03/2025

Grækarismessuhald í Tofta skúla

04/03/2025

Føstulávintshald í Tofta skúla

01/03/2025

Felags sangløta í Tofta skúla

07/05/2019

Fundarfrágreiðing frá foreldraráðsfundi 10.apríl 2019

Foreldraráðið kom saman mikukvøldið 10.apríl, frá kl 19-21.

Á skránni var eitt upplegg frá Hans Jacob Kollslíð, lestrarvegleiðara á Miðnámi á Kambsdali. Evnið var: Hvat er vegleiðing og hvussu kunnu vit, ella skulu vit yvirhøvur, vegleiða børnum okkara til at velja yrki og skúla. Eftir framløguna var kjak, har millum annað var kjakast um, hvønn leiklut kyn og status hava at siga fyri yrkisval í Føroyum? og um hvussu fólkaskúlin, miðnám og vinnan kunnu vera við til at vegleiða børnum og ungum?

Eftir tað útflýggjaði skúlastjórin, Durita Jakobsen, floksmappurnar til foreldraumboðini, og prátað varð um, hvat mappurnar skulu brúkast til. Onkur floksumboð vístu hvussu teirra mappa sær út, við frágreiðingum og myndum frá ymiskum tiltøkum, sum hava verið frá tí børnini byrjaðu í skúlanum. 
Spurt varð, hvat hendir við floksmappunum, tá ið børnini eru liðug í 10. fl. Eitt hugskot varð at gera eitt lítið hefti sum kundi kopieraðst og gevast hvørjum næmingi sum gávu á síðsta skúladegi.

Práta varð síðani um tey ymisku tiltøkini sum hava verið í vetur. Nógv ymiskt hevur verið gjørt saman við næmingunum. Í summum flokkum vóru  tiltøkini fyri bæði børn og foreldur og í summum flokkum vóru tað bara foreldraumboðini saman við børnunum. Prátað varð eitt sindur um, hvussu gott tað var at hava foreldrini við til felagstiltøk, og eitt sindur um nær tað blívur pínligt hjá børnunum, at foreldrini eru við og hvat man kann gera við tað. Tosað varð eisini um var hvussu nógv er rímiligt at slík tiltøk kosta fyri tann einstaka næmingin. 

Við á fundinum vóru umframt foreldraumboðini eisini Durita Jakobsen, skúlastjóri og Armgarð á Regni, skúlastýrisforkvinna

Justin Philbrow