Fyri at møta barninum á besta hátt, hava vit brúk fyri at tit, ið varða av barninum:

  • Venda tykkum til leisluna/flokslæraran og siga frá støðuni. Síðan tosa hesi við lærararnar í flokkinum.
  • Foreldur/avvarandi koma á fund við toymið, har vit tosa um:
    • Støðuna
    • Hvør hevur ábyrgd av barninum og hvar tað býr.
    • Reaktiónir hjá barninum  - heima og í skúlanum. 
    • Avtala at foreldur/avvarandi og skúli framhaldandi samskifta um støðuna hjá barninum.

Teir næstu dagarnar

  • Flokslærarin letur barnið vita, at tey kunnu tosa um støðuna, sum barnið er í. Her er týdningarmikið, at barnið verður møtt í eygnahædd og fær at vita, at flokslærarin kennir støðuna og veit, at tað er trupult at vera barnið.

Komandi tíðina

  • Lærararnir í flokkinum eru serliga tilvitaðir yvir fyri barninum.
  • Toymið er um barnið í mest møguligan mun og hevur samband við heimið/avvarandi.

 

Meginreglurnar fyri sálarliga fyrstuhjálp eru góðar at hava í huga, tá ið tú tosar við barnið. Tær eru:

  • Ver nærverandi - bælði kropsliga og sálarliga
  • Lurta aktivt
  • Vís, at tú góðtekur kenslurnar  - eisini tær sterku 
  • Veit vanliga umsorgan og praktiska hjálp