Løtumyndir 3. flokkur

Vitjan á Mowi

Hesaferð vóru vit aftur á Mowi. Vit hava nú sæð tilgongdina frá tí, at laksurin er eitt lítið rogn, og til hann stendur á døgurðaborðinum. Sera læruríkt og stuttligt :) Vit takka Arna fyri at hava fingið hetta í lag.

Útiskúlin á vitjan á Nyki og Landingarmiðstøðini

Hesferð vóru vit á vitjan á Nyki og á landingarmiðstøðini. Á Nyki vísti Ann,mamma Juliu, okkum runt á virkinum. Vit sóu, hvussu fiskurin varð hagreiddur frá tí hann kom inn á virkið, til hann var klárur at seljast til Canada,Spania ella onnur fjarskotin lond. Vit fingu okkurt lekkurt eftir túrin runt á virkinum. Tað hjálpti uppá fiskaluktin, sum var í so gjøgnumtreingjandi fyri onkran ;)

Síðan fóru vit á landingarmiðstøðina. Her greiddi Dagfinn, pápi Rebeccu, okkum frá virkseminum har. Vit gingu runt á virkinum og sóu, hvussu alt gekk fyri seg, tá arbeitt verður við at fáa fiskin upp á land og kláran at fara víðari til keypara. Eisini sluppu vit at síggja, hvussu tey turka fisk. Tey sluppu at royna turra fiskin, og tað dámdu teimum sera væl. Eg haldi vit ótu ein heilan pakka og onkur spurdi um meira :) Eisini fingu vit sunkist omaná. Vit takka fyri ein sera læruríkan dag.

Vitja Nes kirkju

Hesaferð hava vit vitjað Nes kirkju. Ólavur Magnussen var og greiddi okkum frá um kirkjusøguna. Vit fingu nógv spennandi at vita. Eisini sluppu vit upp í kirkjutornið at síggja elstu kirkjuklokkuna í Føroyum. Síðan fóru vit oman til kanónirmar at eta matpakkan og spæla eina løtu. Ein góður dagur.

Fiskamarknaðurin og kassamiðstøðin

Hesaferð fóru vit fyrst á vitjan hjá fiskamarknaðinum. Her fingu vit fortalt um tað, sum fer fram ein vanligan arbeiðsdag hjá teimum. Vit sluppu at sita inni, meðan tey høvdu eina online uppboðsølu. Sera spennandi. Síðan fóru vit at vitja Kassamiðstøðina. Her varð eisini fortalt um teirra virksemi. Vit sóu, meðan kassar vórðu vaskaðir, stáplaðir, og hvussu teir verða merktir. Vit ótu matpakka og spákaðu runt á havnaøkinum. Ein góður dagur.

Útiskúlin - Á ferð við Janusi Jensen

Hesaferð fóru vit túr runt í bygdini, har ið Janus Jensen greiddi frá um bygdasøguna. Vit lærdu fleiri staðarnøvn, so sum Inni á Regni, uppi á Regni, Trøllkonusteinar, á Heyggi osfr. Vit gingu framvið Leigustovu og hoyrdu um nykin. Vit vitjaðu eisini køkshúsini, har Josefina aftur tók ímóti okkum. Har hoyrdu vit søgu og ótu matpakka.

Heimafturkomin tosaðu vit um nakað av tí, sum vit sóu í køkshúsinum. Matartrog,karðar, , rokkin/at spinna, petroliumslampur osfr.

Ein læruríkur dagur. Umráðani at kenna bygdasøguna, á tann hátt fáa vit alsk til bygdina.

Útiskúlin hesaferð - Æðuvík

Hesaferð gekk leiðin til Æðuvíkar. Takk til tykkum foreldur og ommur, sum koyrdu okkum. Í Æðuvík vitjaðu vit Hanusarstovu, sum er bóndagarðurin í bygdini. Har hoyrdu vit eisini um fyrstu menninar, sum komu til Æðuvíkar. Síðan fóru vit at vitja barnagarðin. Børnini í barnagarðinum komu við okkum niðan í Promsgil, har vit skreiddu og ótu matpakka. Vit gingu eftir varðunum heim á Nes. Tá vit komu heim á Nes gingu vit víðari eftir gamla Nesvegnum. At enda góvu til seyðinum hjá Peturi Hans kraftfóður. Ein góður vátur túrur. :)

Trøllið við Sjógv

Hesaferð gekk útiskúlin inn til Gráastein. Har fortaldi Alfred Olsen okkum frá søgnini um trøllið við Sjógv. Eisini fortaldi hann um mannin Olgar, sum fór allan vegin til Danmarkar at hitta kong fyri at fáa jarðarstykki í Saltnesi. Áveg heimaftur steðgaðu vit á spæliplássinum undir nesinum. Har ótu vit matpakka og spældu eina løtu.

Útiskúlin vitjar reinsiverkið og gomlu Gaddahúsini

Hesaferð gingu vit út á Nes, heilt út til reinsverkið. Har fortaldi Herman okkum frá, um hvussu vatnið í kommununi verður hildið reint. Eftir hesa vitjanina gekk leiðin inn í gomlu Gaddahúsini. Josefina fortaldi frá søguni í húsinum og vit sluppu at hyggja okkum um.

Og ja, tað sær út til at vera sera trupult hjá mær at venda tlf rætt, so myndirnar liggja rættan veg :p

Útiskúlin á vitjan á Ellisheiminum í Runavík

28.08. fóru vit til gongu inn til Runavíkar. Vit vitjaðu ellisheimið, har sungu vit fyri búðfólkinum og ótu matpakka saman við teimum. Áveg heimaftur fóru vit eina lítla ævintýraferð millum øll trøini á Mýrunum. Ein góður dagur.

Útiskúli í fjøruni

Fyrsti útiskúlin hevur nú verið. Hóast tað regnaði meginpartin av túrinum, var dagurin sera væleydnaður og læruríkur.

Fyrsti skúladagur

Høsnarungar á vitjan skúlabólkinum

Nakrar myndir frá degnum

Vit hava í dag hongt summarfuglarnar uppá veggin. Vit hava havt sangspæl og lært um Áá.

Felags sangløta saman við 2. og 3. flokki.

Leikaløta

Í dag hava havt okkara fyrstu leikaløtu. Tað eydnaðist virkuliga væl. Stuttligt at siggja hesi fittu børnini sleppa at spæla frítt, sum tey jú hava saknað frá barnagarðstíðini. Hetta fara vit at gera aftur.

Høsnarungavitjan

Í dag sluppu vit at heilsa uppá høsnarungarnar hjá Honnu. Hon fortaldi okkum, at høsnarungarnir eru norskar dvørgahønur. Vit sluppu at kela og halda teimum. Teir vóru 4 í tali.

Gongutúrur frá Eystnesi framvið vøtnunum inn áSsvangaskarð 9/6-22

Útiskúlin á vitjan hjá KBH

Útiskúli

Fyrst fóru vit oman í høllina hjá KBH, har Karl greiddi frá, hvat arbeiðið har snýr seg um, og vit sóu myndir frá tanka til verðuleika av byggiverkætlanini inni undir Nesinum. Síðan gingu vit niðan á byggiøkið hjá KBH Inni undir Nesinum, har vit fingu at síggja fleiri hús, ið standa í ger. Summi eru næstan liðug, og onnur eru ikki komin so langt í arbeiðsgongdini. Arnfinn greiddi frá. Gott veður og gott lag :)

So er stovan pyntað

Fríðrikskirkjan

Góður túrur út á Neshamar

Úti á Neshamri arbeiddu vit við “Land art”. Stuttligt var at síggja, hvat børnini fingu burturúr. Eisini gingu vit ein túr eystur í Líð. Har greiddi Petur Hans m.a. frá spennandi søgum, ið hann og onnur hava upplivað har í umráðnum.

Hagatúr

Sera góður túrur. Funnu nógv reiður. Stórar pisur hjá fiskimása, smáar likkupisur og egg, tjaldursreiður og ungar, æðureiður við eggum, og spógvareiður við eggum. Gott veður og gott lag. Endaðu túrin heima hjá mær. Har vóru høsnarungar, høna á eggum, gás á reiðri og 3 heimalomb í tjóðri hjá nábúgvanum. Alt var fóðra, seyður, gæs, hønir og ungar. Og so vóru børnini eisini fóðraði við kips, saft og kitkat áðrenn tey vendu nøsini heimaftur :)