Flokkar
Vikuætlan 2. a
- Flokslærarar
Petur Hans tlf. nr.: 218829
Hallfríð tlf. nr.: 289501
Vit hava deilt flokkin í tvey, so tá ið tit skulu geva boð um t.d. sjúku, skulu tit senda boð antin til Petur Hans ella Hallfríð.
Petur Hans:
Julia, Bjarni, Heðin, Bjørga og Valentina
Hallfríð
Jústinus, Stella, Heiðrun, Fróði, Fía, Vióla Anna og Øssur
Spælibólkar fyrra hálva í 2. fl.
- Spælibólkar.docx (714.45 KB)
Morgunmatur 04. nov
Mánadagin fara vit at hava morgunmat saman - báðir 2.flokkarnir. Niðanfyri er ein listi yvir, hvat næmingarnir skulu hava við. Summir næmingar skulu einki hava við hesuferð. Morgunmatur verður aftur fyrsta mánadag í desember, tá rullar listin og tá skulu tey hava okkurt við, meðan nøkur onnur ikki skulu hava nakað við.
Oddvør: 2 fransbreyð (skorin) ella bollar
Øssur: 1 pk smør
Stella: 2 fransbreyð (skorin) ella bollar
Gunn: 1 rugbreyð (skorið)
Heðin: 1 ommukrem/nuggeline
Jóhanna: 1 ommukrem/nuggeline
Fía: 1 pk pálægsjokuláta
Andy: 1pk smør
Eyðbjørn: 1 pk pálægsjokuláta
Julia: 1 pk ost
Sofía: Einki við hesuferð
Súsanna: 1 pk mjólk
Aron: 1 pk livurpostei
Fróði: 2 augurk (skornar)
Bjarki: Einki við hesuferð
Jústinus: 2 pk súrepladjús
Noah: 2 pk súrepladjús
Valentina: 2 pk súrepladjús
Bjarni: Einki við hesuferð
Bjørga: 1 pk víndrúur
Rósa: 8 bananir
Drós: 1 pakka víndrúur
Vióla Anna: Tallerkar 25 stk
Heiðrun: Koppar 25 stk
Paula: Einki við hesuferð
Vikuætlan
Vika 46 2026
Mánadagur
Tað skal innihalda eini tveir blýantar, sum eru nóg stórir (skulu klára at hvíla niður á millum peiki- og tummilfingur), viskileður, blýantspískara, linjál, trælitir, saks og helst límstift eisini :-)
GG! Minnist til at geva børnunum dunk við í skúla!
Í skúlanum: vit eta morgunmat saman við 2. b.
Seinasta tíman arbeiða vit í Finku arbeiðsbókini
Týsdagur
Í skúlanum: vit lesa og skriva bókstavir
Mikudagur
Bólkur 2: Svimjing
Í skúlanum: vit lesa upp og loysa uppgávur til søguna
Hósdagur
Í skúlanum: vit loysa uppgávur til næstu fyrisøgn
Fríggjadagur
Í skúlanum: vit lesa upp og loysa uppgávur til søguna
Føðingardagslisti hjá 1. A 2025/26
- Føðingardagslisti 2. A.docx (539.25 KB)
Ítróttur og svimjing 26/27
Seinnu hálvu av árinum fara vit at deila flokkarnar í ítrótti og svimjing uppá tvørs av flokkunum. Annar bólkurin fer at svimja, meðan hin hevur ítrótt - aðru hvørja ferð. Viðmerkt verður í vikkuætlanini hvør bólkur skal svimja og hvør bólkur hevur ítrótt.
Bólkur 1: Fróði, Øssur, Justinus, Bjørga, Fía, Valentina, Julia, Gunn, Drós, Andy, Bjarki, Jóhanna, Oddvør.
Bólkur 2: Heðin, Bjarni, Stella,Heiðrún, Vióla Anna, Súsanna, Paula, Sofía, Rósa, Eyðbjørn, Aron og Noa.
Telving
Heyhey :-)
Í dag hava børnini í 2.a fingið undirvísing í talvi :-)
Tað fyrsta tey hava lært er finnukríggj :-)
Vit ætla at brúka ein tíma hvønn mikudag til hetta - annanhvønn mikudag verður tað undirvísing, og annanhvønn gera vit tað, sum tey hava lært, t.v.s. næsta mikudag fara vit at brúka ein tíma til at spæla finnukríggj :-)
Hallfríð
Rokning
Vit lesa frílesing
Nú fara vit at royna nakað nýtt, tá ið vit lesa frílesing.
Børnini hava fingið eitt skjal í bókalumman, har tey skulu skráseta bøkurnar, sum tey hava í bókalummanum. Tá ið tey hava lisið bókina, skulu tey venja eitt petti heima, 3-5 reglur at lesa upp fyri læraranum. Tá ið tey hava gjørt tað, og vit lærarar meta, at næmingurin lesur bókina nóg væl, kunnu tey læna eina nýggja bók.
Tá ið tey hava skrásett fýra bøkur, sleppa tey at velja eitt klistrimerki at seta niðast á skjalið. Síðani fáa tey eitt nýtt skjal til tær næstu fýra bøkurnar. Børnini kunnu skráseta eina bók ella fleiri bøkur um vikuna, og um bókin hevur nógvar síður, kunnu tey brúka fleiri vikur um somu bók.
Tit foreldur fylgja við og lurta og hjálpa børnunum at lesa til týsdag; til ber at lesa fleiri ferðir um vikuna. Summi børn megna at venja alla bókina í senn, meðan onnur bara skulu venja eitt brot úr bókini hvørja ferð. Sostatt verða tað nøkur, sum skifta bók ofta, og onnur, sum hava somu bók longur enn.
Vh Hallfríð