9 ráð til foreldur
Hvussu varðveitir barn mítt lesihugin?
Hvat kann eg gera heima?
SPÆL við málið
- fortel sjálv/ur og lurta, tá ið títt barn sigur søgur
- fortel sjálv/ur og lurta, tá ið barn títt sigur skemtisøgur
- lær rím og ramsur uttanat
- ger nýggj rím og ramsur saman við barninum
- tosa aftanífrá og lat fløkju koma á tunguna
- ”smakka upp á” ljóð í bókstavum, orðum og setningum
TOSA við barn títt
- um, hvussu bókstavir og ljóð passa saman
- um, hvat orð merkja
- um bókstavir
LURTA
- fanga tað, sum barnið sigur og far víðari við tí – uttan at rætta
SPÆL
- myndaspæl, krossorðagátur
- telduspøl
- gerið sjálv orðakort við nøvnum í familjuni, yndisrættum, kelidjórum
- gerið sjálv eitt myndaspæl við tilhoyrandi orðakortum
LES upp
- lat eisini barn títt lesa upp fyri tær – hjálp uttan at rætta
- les bøkur, sum eru gjørdar til film, hygg eftir filminum og tosa um líkleikar og munir
VÍS áhuga fyri bókum
- far á bókasavnið
- spyr um tær bøkurnar, sum barnið hevur lænt á bókasavninum
- les sjálv/ur
- tosa um bøkur og bløð
LES ymiskt
- teknirøðir, bløð og tíðindabløð
- skelti og lýsingar
- gøtu- og handilsnøvn
- undirtekstir í sjónvarpinum
LURTA eftir bókum
- lurta eftir bókum á fløgu í køkinum, og meðan tit koyra
SKRIVA
- minnis- og ynskilepar
- innbjóðingar
- postkort og brøv
- orð og frásagnir á tekningar hjá børnunum
- familjudagbók við tekningum
- feriudagbók við myndum, útklippum og tekninum
- matuppskriftir