Munnligar royndir / próvtøkur

9. og 10. flokkur hava munnliga próvtøku í juni. Mentamálaráðið ásetur á hvørjum ári 4 lærugreinar, sum næmingarnir skulu til próvtøku í. Hetta verður vanliga kunngjørt 1-2 vikur undan fyrstu próvtøkuni. 8. flokkur hevur munnliga roynd sama tíðarskeið. Skúlin ásetur lærugreinarnar fyri 8. flokk.

Munnliga royndin / próvtøkan í 2022 er í døgunum 1. – 17. juni.