Her eru nøkur hugskot til tiltøk og spøl, sum foreldraumboð kunnu skipa fyri til felags tiltøk. Hetta kunnu vera tiltøk saman við næmingum og/ella saman við næmingum og foreldrum og evt. eisini systkjum.
Tiltøkini verða nevnd í tilvildarligari raðfylgju. Onkrir av aktivitetunum hóska seg best til smærri børn, iðmeðan aðrir eru serliga til tey eldru. Alt, sum verður nevnt her er roynt í verki og av tí, at tað riggaði væl, so er tað við her.
- Seiðaberg/fiska og evt. grilla
- Túr út í hagan, evt. hava mat við ella t.d. sneisabreyð
- Gera jólapynt, jólabomm og baka
- Skoyta
- Loypa á sjógv og grilla evt. hitapott
- Disco
- Biograf og eta pizza
- Fara til sjónleik
- Hjóldag
- Fara á onkran sand
- Kondibingo/postarenning
- Vitja t.d. Garðahúsið í Søldarfirði
- Rógva
- Hugni í skúlagarðinum v/spølum, kakao, bollar
- Vitja Hanusarstovu í Æðuvík
- Vitja undirsjóvartunnilin (tá ið hann var í gerð)
- Vælverudepilin í svimjihøllini í Klaksvík
- Fara til sjónleik
- Koyra Go-cart
- Gongutúr úr Saksun til Tjørnuvíkar og evt. svimja á sandinum
- Gongutúr úr Lamba til Rituvíkar
- Gongutúr úr Rituvík til Runavíkar
- Vitja okkurt gott spælipláss og hava matpakka við
- biokvøld v/pizza í skúlanum
- Sleða og eta bollar v/kakao
- Rógva gummibát
- Telttúr
- Felags nátturða og jólaklipp
- Colour run. Hetta er ein bleytari útgáva av paintball v/ballónum.
- Sova á skúlanum
- Paintball og eta pizza
- Spæla spøl á Svangaskarði