Sorgarætlan fyri Tofta skúla

Heitt verður á foreldur ella avvarðandi beinanvegin at boða leiðslu skúlans frá, um næmingur doyr ella missir ein av sínum næstu, foreldur ella systkin verða álvarsliga sjúk ella við hjúnarskilnað. Heitt verður á avvarðandi hjá starvsfólki skúlans beinanvegin at boða leiðslu skulans frá, um starvsfelagi doyr ella missir ein av sínum næstu. 

Tilbúgvingarbólkur

Í Tofta skúla hava vit ein tilbúgvingarbólk, ið samskipar sorgarætlanina. Í tilbúgvingarbólkinum sita umboð fyri leiðsluna, skúlaheilsufrøðingurin og tveir lærarar sum eru valdir av námsfrøðiliga ráðnum. Valið fer fram á fyrsta námsfrøðiliga fundi í skúlaárinum.

Uppgávan hjá tilbúgvingarbólkinum

  • At virka sum stuðul, har tørvur er á tí
  • At taka saman um og eftirmeta
  • At fylgja við, hvat kemur út av viðkomandi tilfari
  • At kunna nýggjar lærarar um tilbúgvingarætlanina
  • At kunna heimini um tilbúgvingarætlanina