Høllin í Tofta skúla nógv brúkt
Í 2008 varð Tofta skúli liðugt um- og útbygdur. Ein partur av hesi útbygging var Høllin, ið verður sera nógv brúkt.
Tað er fyrst og fremst skúlin, ið dagliga brúkar høllina. Teir kommunalu dagstovnarnir brúka eisini høllina í teirra arbeiði.
Harafturat eru tað feløg og einstaklingar, sum leiga høllina eftir skúlatíð og í vikuskiftinum.
Tey, ið ynskja at leiga høllina eftir skúlatíð skulu venda sær til Nes kommunu tlf. 44 75 86
Tíðirnar høllin er upptikin síggjast her!