Løtumyndir 2. flokkur

Eingin myndasøvn

Desember í 1.fl

Listasavnið Havnartúrur

23.januar fóru næmingarnir í 2.flokki til Havnar við bussi. Tey skuldu á listasavnið til sýningina "Tónar í list". Veðrið var so avbera gott hendan fyrrapartin. Viðarlundin var karmur um matarsteðgin, har dunnurnar á tjørnini gingu á vatninum (ísínum) Á veg aftur til bussin høvdu tey eitt lítið fríkorter á Tórsvølli. Ein so góður dagur.

Sjónleikir 14.mars og 15.mars

Hesa vikuna eru vit ríkaði við nógvum upplivingum, sum bróta frá tí vanliga skúladegnum. Mamma Mia í Fuglafirði, og Vakurleikin og Beisti í Runavík

Velta epli

Hósmorgunin 16. mai møttu næmingarnir spentir í skúla, tí tey skudu inn í Saltnes at seta epli niður. Tey gingu inn eftir ovara vegi, og oman gøtuna til Saltnes. Har hevði Kjartan lovað at leggja lag á. Mjørkin lá yvir landið, men so lætti og vit fingu ein avbera góðan dag saman í Saltnesi. Næmingarnir hjálptu óført við at saksa moldina, skera fløg, bera tøð. Leggja ull rundan um tey sunnaru radini. Og sum myndirnar vísa, so vóru vit heppin í veðrinum

Góður túrur út á Neshamar.

Úti á Neshamri arbeiddu vit við “Land art”. Stuttligt var at síggja, hvat børnini fingu burturúr. Eisini gingu vit ein túr eystur í Líð. Har greiddi Petur Hans m.a. frá spennandi søgum, ið hann og onnur hava upplivað har í umráðnum

Útiskúli 22.august

Vit gingu út til kanónina at eta matpakkan. Síðani niðan á reinsiverkið og Kornvatn. Vit blivu vát, men ikki køld, tí vit vóru ílatin eftir veðrinum. Røsk børn

Útiskúli 29. august

Fagrasta veður í dag. Vit gingu inn í Saltnes. Ótu matpakka og høvdu fríløtu á spæliplássinum. Síðani gjørdu vit hagfrøði kanning av ferðsluni í Eysturoyartunnilinum. Í eitt korter. Git hvønn lit flest bilar høvdu? Vóru fleiri bilar inn í tunnilin, ella út úr tunnilinum? Hvussu stórur partur var el bilar? Á veg út aftur gingu vit á niðara vegi og sóu tveir veðrar stútast. Tad var ógvusligt.

Ongar myndir

Vit taka epli upp 5.september

Í dag var tað so, dagurin, sum vit so spent hava bíðað eftir. Vit hava tikið epli upp. Og mammasta tað var hugaligt at vera við til. Vit fingu so øgiliga nógv epli. Í flagveltuni, har vit settu 55 epli niður tóku vit 488 epli upp. Og í kassunum, har vit settu 48 epli niður tóku vit 444 upp. Næmingarnir fingu hvør sín lítla posa heim við. Vit takka Kjartan fyri hjálp og lán av fløgum og mold. Hetta tíma vit væl at gera aftur komandi ár

Seiðaberg

19. September riggaðu vit til at fara á seiðaberg. Vit lærdu okkum at gera húkaknút. Og so boraðu vit hol í rundstokkar, at knýta nylon í. Og húk á. Í dag var so dagurin, sum vit hava sæð fram til. Næmingarnir vóru sera hugagóðir, spentir og jaligir. Veðrið spældi eitt puss, so vit valdu at fiska á keiini við fiskamarknaðin. Annars høvdu vit ætlað Nykakei. 8 fiskar bleiv tað til. Smáseiður, bergyltir og ein fittur toskur. Hann hevði etið ein krabba. Ein hevði etið ein ál. Sera læruríkt. Onkur fekk ordiliga blóð uppá tonna at fiska aftur.

Vit fletta

3.oktober gekk leiðin aftur inn í Saltnes. Vit vóru við til fletta eitt gimburlamb. Mortan og Kjartan flettu, meðan næmingarnir sluppu at hjálpa til. Lambið vigaði 26 pund

Eingin myndasøvn

10.10.24

Til eina sangløtu í dag, løgdu nakrir næmingar í 3 fl fram um útiskúlan. Tað gekk ordiliga væl. Vit hugnaðu okkum eisini við Mr. Lee og filmi, og síðani fóru vit úr at henta vøkur bløð og løgdu tey undir press. Myndir frá sangløtuni eru https://toftaskuli.fo/skulaarid-2024/2025/albumcollections_albums/704

Nes Kommuna

7.november var útiskúlin og vitjaði Nes Kommunu. Súni í Hjøllum var so beinasamur at vísa okkum runt á skrivstovuni. Og so sluppu vit inn í fundarhøli. Næmingarnir vóru sera áhugaðir, og sluppu at seta spurningar aftaná.