Tofta skúli - ein livandi skúli

Seinast dagførd september 2017

Virðisgrundarlagið

  • Felagsskapur
  • Faklig menning
  • Trivnaður

Vit hava orðað virðisgrundarlagið fyri Tofta skúla. Hetta virðisgrundarlag sæst aftur í øllum skúlans virksemi. Vit arbeiða við trivnaðinum, ið er grundarlagið fyri allari fakligari menning, sum bert kann fara fram í einum góðum felagsskapi.

Tað er av týdningi, at arbeiðið við virðisgrundarlagnum fer fram í góðum og tøttum samstarvi við heimini, har heimini hava ein virknan leiklut.

Virðisgrundarlagið skal skiljast sum eyðkennisorðini fyri Tofta skúla.

Felagsskapur
Tað merkir:

  • At møta tí einstaka við virðing, har hann er
  • At tosa virðiliga við hvønn annan
  • At samstarva við øll skúlans viðskiftafólk
  • At skúlin er ein heilt natúrligur partur av bygdini 

Tofta skúli vil menna og skipa fyri, at øll læra at møta hvør øðrum við virðing og at skapa ein góðan felagsskap. Harafturat vilja vit at næmingarnir læra at samstarva bæði við ung og eldri í bygdasamfelagnum.

Faklig menning
Tað merkir:

  • At hugsa frameftir
  • At seta sær mál og fremja tey
  • At vera vitandi
  • At vera nærløgd/nærlagdur
  • At læra av góðum royndum og av mistøkum
  • At eftirmeta og seta sær nýggj mál

Faklig menning er, at øll ogna sær fakligt innlit, arbeiðshættir og kunnleika. Lærarar skipa seg í faktoymi og hava tann fakliga førleikan at geva næminginum avbjóðingar. Undirvísingin skal økja hugin hjá næminginum at læra, royna sítt hugflog, og venja síni evni til sjálvstøðuga meting og støðutakan. Eisini skulu tey mennast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.

Trivnaður
Tað merkir:

  • At øll kenna seg trygg við at koma í skúla
  • At øll hava ávirkan
  • At hava trivnaðarfremjandi tiltøk bæði felags og úti í flokkunum.
  • At vinarbond verða knýtt       

Í Tofta skúla arbeiða vit miðvíst við trivnaðinum fyri at fyribyrgja happing. Trivnaður er ein grundleggjandi treyt fyri, at øll kunnu læra, mennast og trívast.