Førleikastovan

Førleikastovan í Tofta skúla varð sett á stovn í 2012. Í Førleikastovuni eru lærarar, ið hava tikið serútbúgving innan ávís øki. Leiðari er Jóna Hansen, serlærari. Durita Jakobsen er námsfrøðiligur ráðgevi, Lív I. Magnussen er lesivegleiðari, Anja Mortensen er støddfrøðivegleiðari, Aage Dyssegaard er AKT lærari og Sonja Tausen er SSP umboð. Jóna Hansen og Lív I. Magnussen arbeiða eisini sum orðblindalærarar. Umframt hesi eru Heilsufrøðingurin Inga Símunardóttir og Skúlavegleiðarin Heri Davidsen eisini knýtt at Førleikastovuni. Harafturat veitir Bókasavnið ráðgeving í sambandi við bøkur og annað tilfar.

 

 Endamálið við Førleikastovuni er:

  • At tryggja, at næmingar fáa skjóta og góða hjálp í nærumhvørvinum
  • At veita skúlaleiðslu og lærarum ráðgeving, tá ið talan er um sernámsfrøðiligar avbjóðingar
  • At ráðgeva og stuðla lærarum í inklusión av næmingum
  • At ráðgeva og stuðla lærarum í at næmingalaga undirvísingina

 

Í Førleikastovuni leggja vit dent á hesi økini:

1. Fyribyrgjandi arbeiði

2. Uppfylging

3. At vera fyrsta serhjálpin í mun til barn, foreldur og lærarar

Sum liður í fyribyrgjandi arbeiðnum gera vit lesi- og roknikanningar, fylgja serliga væl við í fyrstu lesimenningini, samstarva við barnagarðin um “undan-lesing” og at lætta um yvirgongdina barnag/skúla. Vit skipa lesi- og rokniskeið fyri allar næmingar  í 1. og 2. flokki og kunna foreldur um lesing og rokning. Vit gera orðblindakanning av øllum næmingunum í 3. flokki og veita hjálp til teirra, sum hava tørv á tí. Vit hava skipaðar SI-venjingar fyri næmingar í 1.-4. flokki, luttaka í foreldrafundi um fyribyrging og samstarv.  AKT-lærari kann gera eygleiðingar í mun til trivnað, stuðla og hjálpa lærarum viðv. atferð og trivnaði í flokkum.

Sum partur av uppfylgjandi arbeiðinum skipa vit fyri lesiskeiðum, rokniskeiðum og SI-venjingum fyri næmingum, umframt at vit hava samrøður við næmingar, sum hava tørv á tí.

Í okkara arbeiði at vera fyrsta serhjálpin í mun til barn, foreldur og lærarar ráðgeva vit leiðsluni viðvíkjandi tímunum vegna serligan tørv. Vit vegleiða lærarar/námsfrøðiligar stuðlar og hjálpa lærarum at gera einstaklingalæriætlanir. Harafturat gera vit eygleiðingar/kanningar av næmingum, fyri at meta um, hvussu vit best hjálpa næminginum, umframt at vit útvega og framleiða hóskandi tilfar til ymiska undirvísing og samskipa sernámsfrøðiligu tiltøkini.