Andlát í skúlafrítíð

Doyr næmingur ella starvsfólk í skúlafrítíðini, boðar leiðslan tilbúgvingarbólkinum og lærarum skúlans frá. Hetta sama er galdandi um næmingur missir foreldur/systkin, ella starvsfólk missir hjúnafelaga ella barn.

Vitjan í heiminum

Flokslærari ella annar lærari, sum hevur flokkin nógv, og leiðslan vitja heimið. Kanna, um tey avvarðandi hava serlig ynski ella brúk fyri hjálp.

Jarðarferð

Flaggið verður vundið í hálva stong. Lærarar og leiðsla fylgja. Næmingar kunnu fylgja saman við foreldrum. Skúlin sendir krans ella minnisgávu.

Minningarløta

Undir morgunsanginum fyrsta skúladag eftir skúlafrítíðina verður minningarløta. Foreldur og ella avvarðandi at næmingum eru vælkomin við til hesa løtuna. Til morgunsangin verður borð sett upp, kertuljós tendrað, sálmur sungin og bøn verður biðin. Síðan verður tøgn í 1 min. Flokstoymið er saman við flokkunum aftan á minningarløtuna.

 Skúlin hevur ljós, bønir og sálmar klár, sum verða nýtt til løtuna.