Rætningslinjur fyri foreldraráðið
Samskipari í foreldraráðnum er: Berlys Nordendal (tók við í Nov 2020)
Foreldraráðið er mannað av øllum foreldraumboðunum fyri allar flokkarnar. Umboð fyri leiðslu skúlans og umboð fyri skúlastýrið eru við á fundinum.
Endamálið hjá foreldraráðnum er at menna samstarvið millum foreldrini og menna samstarvið millum heim og skúla. Við at møtast kunnu foreldraumboðini fáa hugskot frá hvørjum øðrum, fyri eitt nú at menna felagsforeldrafundir. Alt samalt fyri at fáa ein betri skúla fyri okkara børn.
Ein samskipari verður valdur á fundinum í november. Best er um samskiparin situr í 2 ár, tí tað tekur nakað av tíð at koma inn í arbeiðið. Uppgávan hjá samskiparanum er at kalla inn til fund og skipa fyri, at framhaldni er í arbeiðinum. Samskiparin skal ikki gera alt sjálvur, men geva uppgávur til hini foreldraumboðini eisini.
Foreldraráðið kann møtast so ofta tað vil. Tað er upp til foreldrini at seta dagsskrá til fundirnar. Tit kunnu lesa meir um hetta í handbókini fyri foreldraumboð. Foreldraráðið hevur minst 3 fundir í skúlaárinum.
1) August: Tosa um felagsforeldrafundir í flokkunum, tá møgulig nýggj foreldraumboð fara at vera vald. Foreldraumboðini standa fyri hesum fundunum saman við flokslærarunum. Flokslærarin setir seg í samband við formannin við skúlaársbyrjan
2) November: Velja samskipara. Syrgja fyri, at handbøkurnar fyri foreldraumboð er hjá formanninum fyri foreldraumboðini í hvørjum flokki.
3) Mars: Tosa um møguliga útferð um várið o.a.
Nes kommuna játtar eina upphædd til foreldraráðið at arbeiða við. (Fyri 2014 er henda upphæddin 5.000 kr.). Hetta kann nýtast til at løna einum fyrilestrarhaldara, keypa okkurt til matna til fundirnar ella annað.
Samskiparin hevur eina handbók, sum hann kann skriva ymiskt í, sum farið er fram. Foreldraráðið hevur eitt skáp á skúlanum til at goyma ymiskt í.
Samskiparin má boða skúlanum frá um innbjóðing til foreldraumboðini skal sendast út og møguliga setast í vikuætlanina. Gott at hava teldupostadressurnar hjá øllum foreldraumboðunum.
Stutt frágreiðing frá fundinum í foreldraráðnum verður løgd út á heimasíðuna.
Foreldraumboðini hava ábyrgd fyri at skipa fyri karmunum til fundirnar. Spyrja um høli eru tøk og um onnur tiltøk eru á skúlanum. Húsavørðurin hjálpir til við at seta borð og stólar upp.
Skúlastýrið vil fegið hjálpa foreldraráðnum við ymiskum, men tað eru foreldraumboðini, sum hava høvuðsábyrgd fyri, at arbeiðið gongur.
Vegna skúlastýrið
Annfríð Neslíð