Hvør hevur atkvøðurætt?
Foreldur hava atkvøðurætt, um tey eru løggildu foreldur at barninum, sum gongur í skúlanum. Hetta merkir, at tað er neyðugt at hava foreldramyndugleika fyri at hava atkvøðurætt. Hetta eiga foreldur at vera kunnað um. Um tey eru í iva, um tey hava atkvøðurætt, er her ein máti at kanna, um man hevur foreldramyndugleika/atkvøðurætt.
Havi eg sum foreldur atkvøðurætt?
Á Vanganum (app):
Far til "Vangamynd"
Niðast á síðuni stendur "Børn undir 18 ár"
Um barnið/børnini standa har, hevur tú foreldramyndugleika
Um tú ikki ert skrásett/ur rætt:
Vend tær til Familjufyrisitingina (um tú ert ógift/ur)
Vend tær til lokala prestin, um tú ert gift/ur
Báðir myndugleikar hava beinleiðis atgongd til fólkayvirlitið (FOLK) - Kervi er knýtt í FOLK
Møguligar misskiljingar
"Fráboðan av faðirskapi" og "fráboðan av avtalu um felags foreldramyndugleika" eru ikki tað sama
Tað seinna er neyðugt fyri at hava atkvøðurætt til skúlastýrisvalið
Týdningarmikið at minnast til
Foreldur, sum eru í iva, eiga at kanna málið og venda sær til viðkomandi myndugleikar um neyðugt, so tey kunnu tryggja sær atkvøðurætt til skúlastýrisvalið.
Gott val!