Trivnaðarætlan 

Trivnaðarætlanin er seinast dagførd 17. okt. 2017

Tofta skúli:

  • Eitt gott stað at vera
  • Eitt gott stað at læra – fyri øll

Skúlin arbeiðir støðugt við at styrkja næmingsins sjálvsálit, sjálvsvirði, samstarvsevni og evni til at at vera menniskjaligur.

Skúlin arbeiðir støðugt við, at hvørt einstakt barn kennir seg virðismiklið í felagsskapinum og hevur ávirkan á felagsskapin.

Skúlin arbeiðir fyri, at frálæran verður knýtt at næmingsins egnu upplivingum, royndum og hugtøkum fyri at tryggja áhuga, sjálvsálit og lívsgleði. Eisini verður arbeitt við at stuðla menningini hjá tí einstaka næminginum í samspæli við onnur.

Frálæran skal vera við til at geva næminginum eina fatan av, hvar eins egna mark gongur, og hvar markið hjá øðrum gongur.

Skúlin skal gera sítt til at menna næmingsins fortreytir, soleiðis at hann í felagsskapi við øðrum og sjálvur megnar at taka støðu til og at bera seg at, soleiðis at bæði hann og hansara medmenniskju hava tað gott. Hetta skal verða gjørt í tryggum umhvørvi við virðing fyri hvørjum einstøkum ískúlanum.

Vit liva í einum samfelagi, har tað er umráðandi, at vit tosa saman og í felagsskapi loysa trupulleikar. Tað er tí umráðandi, at foreldur seta seg í samband við skúlan, um eitt barn ikki trívist.

Í skúlanum arbeiða vit í flokkunum m.a. við:

  • Samverureglum
  • Floksreglum
  • Spælibólkum        
  • Næmingasamrøðum
  • Trivnaðartiltøkum

Skúlin arbeiðir javnt og samt við at gerast ein skúli, har happing ikki finst.

Skipanir, ið stuðla trivnaðinum
Fastar skipanir
Leiðsla, førleikastova, SSP, heilsufrøðingur, næmingaráð, foreldraráð, foreldraumboð, skúlastýrið, kommuna, tilbúgvingarbólkur og MMR samstarva um at hava ábyrgd av trivnaðinum á skúlanum.

Afturvendandi tiltøk á skúlanum eru:

  • Morgunsangur
  • Spæliliðið
  • Næmingaráðið
  • Samstarv millum lærarar bæði við flokstoymi og stórtoymi
  • Ársætlanir fyri flokkin
  • Foreldrafundir
  • Foreldraumboðsfundir fyri hvønn flokk
  • Foreldraráðsfundir
  • Næmingaráðsfundir
  • Foreldraviðtalur
  • Næmingasamrøður
  • Samrøður við heilsufrøðing
  • Spælibólkar í teimum yngru flokkunum
  • SSP átøk
  • AKT átøk
  • Sangløtur
  • Fríggjadagsdisko
  • Læraradagur
  • Renningardagur
  • Djúphugsnidagur/evnisdagur
  • Jólahald
  • Føstulávintshald
  • Føroyskur dansur
  • Grækarismessuhald
  • Várveitsla fyri framhaldsdeild
  • Floksveitsla
  • Flokkar sova á skúlanum
  • Landsroyndareftirmeting saman við leiðslu, flokstoymi, foreldrum og barni
  • Síðsti skúladagur hjá framhaldsdeild
  • Juniætlan
  • Útferð,
  • Seturskúli
  • Opin skúli; vit bjóða inn til jólahald, føstulávint, grækarismessu, sangløtu, djúphugsnidag, evnisdag, juniætlan.

Áskoðan á ósemjur
Tað finnast bæði góðar og ringar ósemjur - tað, sum eyðkennir eina ringa ósemju, er at tað er ójavnvág í ósemjuni.

Allýsing av happing:
Happing snýr seg grundleggjandi um at føla seg uttan fyri felagsskapin. Ein næmingur verður happaður, tá ið hann ella hon ferð eftir ferð verður útifrystur, hóttur, háðaður, fær niðrandi viðmerkingar ella verður fyri harðskapi frá einum ávísum persóni ella bólki.

Fyribyrgjandi virkisætlan
Skúlin hevur samverureglar, sum eru týðiligar fyri øll

  • Trupulleikar verða tiknir, tá ið teir taka seg upp
  • Vit arbeiða hvørt ár við floksins samverureglum
  • Í flokkinum verður avtala gjørd millum næmingar og lærarar, hvussu farast skal fram, um happing er.
  • Tey vaksnu eru saman við børnunum í fríløtunum og blanda seg uppí.
  • Trivnaðurin hjá barninum verður altíð umrøddur til foreldraviðtalur
  • Trivnaðurin hjá flokkinum er eitt fast punkt á felags foreldrafundi
  • Skúlin hevur AKT lærara
  • Skúlin hevur heilsufrøðing

Virkisætlan, tá ið illgruni er um happing

  • Lærarin tekur beinavegin hendingina upp við tann happaða og síðani happara og fær avdúkað støðuna.
  • Lærarin førir báðar partar saman og kunnar flokslærarar/flokstoymi, soleiðis at trupulleikin fær eyka uppmerksemi frá lærarum.
  • Um trupulleikin er afturvendandi, tosar flokslærarin við flokkin og kunnar foreldrini um, at tað er ein trupulleiki. Flokslærarin kunnar leiðsluna um trupulleikan.

 Virkisætlan, tá ið happing fer fram

  • Flokslærarin tekur trupulleikan upp við tann happaða og síðan við happaran.
  • Flokslærarin setir seg í samband við foreldrini hjá tí happaða og hjá happaranum og leiðslu skúlans.
  • AKT lærarin verður tikin við og arbeiðir saman við tí happaða, happaranum og flokkinum.
  • Flokslærarin avger saman við skúlans leiðslu, um trupulleikin krevur, at øll foreldur verða kallað inn til foreldrafund. Fundarfrágreiðing verður skrivað. Tað er umráðandi, at næmingar verða nevndir við navni.

Hvat kunnu næmingarnir gera? 

  • Um tú varnast, at ein næmingur í skúlanum verður happaður, er tað umráðandi, at tú ikki letur sum einki, men í staðin ger okkurt fyri at steðga happingini.
  • Sig tað við ein vaksnan.
  • Tosa við hini, sum ikki eru ein partur av happingini. Ger avtalur um at stuðla hvørjum øðrum í at steðga happingini.
  • Sig frá mótvegis happarunum, og lat teg ikki stýra av bólkatrýsti.

Hvat kunnu foreldur til eitt happað barn gera?

  • Um tú sært tekin um, at títt barn verður happað, er tað umráðandi, at tú lurtar eftir tínum barni og gevur tí uppmerksemi.
  • Handla skjótt, tá ið tú hoyrir um happing.
  • Set teg í samband við foreldrini hjá happaranum, og greið teimum frá um trupulleikan, soleiðis sum títt barn upplivir tað, er hetta ok?
  • Set teg í samband við lærara á skúlanum.
  • Vís tínum barni, at tú stuðlar skúlans arbeiði við trupulleikanum.
  • Ikki gera einki

Hvat kunnu foreldur til eitt barn, sum happar, gera?

  • Um títt barn happar, er tað umráðandi, at tú hjálpir barninum við at kenna ábyrgd av sínum gerðum.
  • Fokusera upp á happingina, ikki barnið. Tað er ikki barnið, sum er trupulleikin, men happingin.
  • Spyr, um títt barn nívist av onkrum.
  • Set teg í samband við lærarar á skúlanum. Teir vilja royna at hjálpa barninum út úr happaratrupulleikanum soleiðis, at tað er gjørligt at koma víðari.
  • Um tað eru fleiri, sum happa, skalt tú greiða hinum foreldrunum frá støðuni.
  • Set teg í samband við foreldrini hjá tí happaða og tosa um trupulleikan.
  • Vís tínum barni, at tú stuðlar skúlans arbeiði við trupulleikanum.

Hvussu vita vit, hvussu trivnaðurin er?
Tofta skúli er ein opin skúli, har øll eru vælkomin at luttaka í øllum tiltøkum, skúlin hevur. Av royndum vita vit, at foreldur og onnur taka væl undir við og vísa stóran áhuga fyri øllum tiltøkum, sum skúlin skipar fyri. Vit leggja dent á, at samskiftið ímillum heim og skúla altíð er virðiligt, og foreldraumboðini í flokkunum eru við til at skapa ein natúrligan opinleika fyri góðum samskifti. Trivnaðurin er góður, tá børnini eru glað fyri at ganga í skúla, at tey læra væl og taka aktivt lut í skúladegnum.

Eisini verður javnan nøgdsemiskanning gjørd, har foreldur svara spurningum um trivna, læring, happing, samskifti o.a. Úrslitið av kanningini er grundarlag hjá leiðsluni, lærarunum, skúlastýrinum, kommununi og foreldrunum fyri framhaldandi menning av Tofta skúla.