Fyri at møta barninum á besta hátt, hava vit brúk fyri, at avvarandi foreldur:

  • Venda tykkum til leiðsluna/flokslærara og siga teimum frá støðuni. Leiðslan tosar síðani við lærararnar í flokkinum
  • Foreldur koma á fund við flokstoymið saman ella hvør sær, har vit tosa um:
    • hvar barnið býr nú
    • hvørjar avtalur foreldrini hava um barnið
    • reaktiónir hjá barninum - heima og í skúlanum
    • avtala at foreldur og skúli framhaldandi samskifta um støðuna hjá barninum

Teir næstu dagarnar

  • Flokslærarin letur barnið vita, at tey kunnu tosa saman um støðuna barnið er í. Her er týdningarmikið, at barnið verður møtt í eygnahædd og fær at vita, at flokslærarin kennir støðuna og veit, at tað er trupult at vera barnið.

Komandi tíðina

  • Læararnir í flokkinum eru serliga tilvitaðir yvir fyri barninum.
  • Toymið er um barnið í mest møguligan mun og hevur samband við heimið.

Meginreglurnar fyri sálarliga fyrstuhjálp eru góðar at hava í huga, tá ið tú tosar við barnið. Tær eru:

  • Ver nærverandi - bæði kropsliga og sálarliga
  • Lurta aktivt
  • Vís, at tú góðtekur kenslurnar - eisini tær sterku
  • Veit vanliga umsorgan og praktiska hjálp