Vegleiðing
Næmingar møta 15 min. áðrenn royndin byrjar
Um næmingur hevur fartelefon við í skúla, so verður hon løgd á eitt borð við inngongdina til royndarhølið. Sama er galdandi fyri snildur, ið hava samband við telefon. Telefonir verða goymdar hjá leiðsluni, til royndardagurin er liðugur.
Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Annað samskifti er ikki loyvt. Brot á reglurnar førir til burturvísing frá royndini.
Næmingar biðja um loyvi frá einum umsjónarfólki, um teir skulu á t.d. wc.
Av tí at royndin er talgild, er tað av alstórum týdningi, at allir næmingar hava gott og trygt internetsamand. Av teirri orsøk, er tað ikki loyvt at spæla spøl, hyggja at filmi, brúka tekniforrit og lurta eftir tónleiki á telduni meðan royndin fer fram. Hetta fyri ikki at taka ov nógv av bandbreiddini. Um næmingur skal lurta eftir tónleiki, má hetta verða tikið niður áðrenn, soleiðis at tað ikki tekur av bandbreiddini hjá skúlanum.
Uppgávurnar verða loystar inni á Wiseflow.
Forrit á teldunum:
Tað er hent at hava Office365 á telduni.
Oyrnalurt
Allir próvtakarar skulu hava oyrnalurt við til skrivligu próvtøkurnar, tí tekstirnir verða lisnir upp umvegis teldu, ella tekstir kunnu á annan hátt hoyrast.
At goyma próvtøkuavrikið
Allir próvtakarar skulu duga at goyma eitt skjal, sum er skrivað í einum skriviforriti, sum PDF-skjal.
At lata próvtøkuavrikið inn
Skrivligu avrikini verða innlatin ígjøgnum Wiseflow royndarskipanina.
Skriva við ”Times New Roman”
Yvirskrift við stødd 16, og tekstin annars við stødd 12
Reglumillumrúm 1.5 (halvanden linjeafstand)
Reglubrot skulu vísast við dupultum regluskifti
Breddin skal vera líka í vinstru síðu
Breddin skal vera smbrt. standarduppseting
Síðuhøvd skal vera á øllum síðum í uppgávusvarinum.
Vegleiðandi stílalongd:
Føroyskt og danskt:
8.fl 2600 – 3700 tekn við millumrúmum
9.fl 3700 – 4900 tekn við millumrúmum
10.fl 4900 – 6100 tekn við millumrúmum
Enskt:
8.fl 1700 - 2600 tekn við millumrúmum
9.fl 2600 - 3000 tekn við millumrúmum
10.fl 3000 - 3700 tekn við millumrúmum
Loyvt er at nýta teldutøkar orðabøkur og rættstavara
Gevið tykkum tíð at rætta stílin væl og virðiliga, so úrslitið gerst so gott sum gjørligt
Støddfrøði (fimisrokning og greiðslurokning)
Í greiðslurokning verða uppgávurnar loystar við hond. Navn og flokkur hjá næminginum skal standa á øllum ørkunum, sum skulu rættast, umframt at øll innlatin ørk skulu vera leypandi talmerkt.
Loyvd amboð v.m.
Internetið er opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið.
Til fimisrokning hevur næmingurin ikki loyvi til at brúka lummaroknara. Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til at loysa av uppgávur í støddfrøði.
Brot á reglurnar førir til burturvísing frá royndini.