Felags foreldrafundur verður týskvøldið 27.oktober kl 19 - 21
Skúlastýrið fyri Tofta skúla bjóðar inn til felags foreldrafund við áhugaverdari framløgu í sangstovuni í Tofta skúla.
Skrá:
-Skúlastýrið leggur fram ársfrágreiðing fyri skúlaárið 2024/25
-Drekkamunnur
-Fyrilestur við Ergoblómu. Karla Josenius Mikkelsen, ergoterapeutur fer at hava fyrilestur um um hvat hendir í kroppinum, tá mann er undir nógvum pressi, so mann ikki megnar at luttaka í vanliga gerandisdegnum, og hvussu foreldur og stravsfólk kunnu hjálpa børnum at brúka ítøkilig amboð. Komið verður inn á skúlafráveru út frá einum bio-psyko-sosial vinkli, har kropsperspektivi er nógv í fokus. Ergoterapeutarnir í Ergoblómu eru útbúnir barna stressvegleiðarir, og brúka tilgongdina hjá Pernille Thomsen um Søheste-træning.
-Børn hava brúk fyri, at foreldur fáa innlit og tosa saman. Tí er tað umráðandi, at títt barn verður umboðað á foreldrafundi.