Fundur í foreldraráðnum
Týskvøldið 24.november komu foreldraumboðini saman til fundar. Samskiparin Kristian Erling Vigdá, samskipari í foreldraráðnum bjóðaði vælkomin. Allir árgangir vóru umboðaðir. Á skránni var umrøða av tiltøkum ið hava verið ella fara at vera í flokkunum.
Eisini var orðið frítt. Tosað varð m.a. um skipanina við at hava spælibólkar og jolly clubb, semja um at tað er er ein góð skipan. Tey flestu eru eisini glað fyri skipanina við at hava lista yvir føðingardagsgávur. Tað var eisini viðmerking um at onkur sá vansar við hesi skipan.
Skipanini við at næmingar í 8., 9. og 10.fl sleppa av skúlans øki at keypa í fríkorterinum varð eisini umrødd. Foreldur at næmingum í framhaldsdeild hildu, at tað hevði verið gott at tikið hesa skipan upp til eftirmetingar. Ført varð fram, at tað verður øðiliga nógv keypt og tað er ikki sunnur matur, ið verður keyptur. Onkur førdi fram, at góðir matpakkar koma heimaftur tí at børnini ístaðin keypa okkurt slikk og tað er óheppi.
Skúlastjórin kunnaði um, at landsstýrismaðurin í mentamálum hevur lagt út hoyringsskriv viðv. broyttum meginreglum um, at ikki verður loyvt at nýta snildtelefon og snild ur í fólkaskúlanum. Semja var um, at hetta var gott, men at tað skal ein stór hugburðsbroyting til og at hetta má miðlast væl út, um tað skal koma í gildið longu í januar 2027. spurnartekin varð eisini sett við hvør skal handheva reglurnar, um tær ikki verða hildnar. foreldur hildu at tað varð umráðandi at foreldrini taka ábyrgd av at hendan reglan verður hildin.
Samskiparin legði fram ymisk hugskot um hvørji evni kundu verið uppløgd til ein fyrilestur fyri foreldraráðnum í vár. M.a. varð tosað um integratiión, kunning um vitlíki. Ætlanin er, at hava ein fyrilestur fyri foreldraráðnum um eitthvørt viðkomandi evni.